Allahalgannasunnudag 2. november klokkan 19:30 framførir danska Rialto Leikhúsið "La Bohème" í Norðurlandahúsinum. Henda opera er eftir italska Giacomo Puccini við libretto eftir Illica og Giacosa.
Talan er um ferðandi framførslu við fýra leikarum og einum klaverleikara. Framførslan hevur fingið góð ummæli í Norðurlondum, har hon hevur vitjað.
Anders Ahnfelt-Rønne
Leikstjóri er Anders Ahnfelt-Rønne, sum eisini spælir á klaver. Anders, sum javnan vitjar í Føroyum, hevur síðani 1992 verið stjóri á Rialto Leikhúsinum á Frederiksberg.
Millum nýggjastu leikir, sum Anders Ahnfelt-Rønne hevur stjórnað, kunnu nevnast "Den komiske Tragedie" í 1994, "Rejse i natten", um Mikis Theodorakis, í 1996, "En sommerdag" eftir Slawomir Mrozek í 1997, "Savannah Bay" við Ghitu Nørby í 1999 og "La Bohème" í 2001.
Eisini hevur Anders Ahnfelt-Rønne sjálvur skrivað og sett upp "Blodets blomst" í 2001. Í 1998 var hann klaversolistur við Klaverkonsert nr. 23 eftir Mozart á konsert hjá Symfoniorkestrinum á Sælandi.
Bohèmelív í París
Tá Giacomo Puccini, sum livdi frá 1858 til 1924, í 1896 skrivaði La Bohème, bygdi hann verkið á endurminningar Henri Muggers, sum var studentur í París. Og har, í París, er tað, at søgan "La Bohème" fer fram, miðskeiðis í 1800-talinum.
Framførslan hjá Rialto Leikhúsinum er ein intens pallseting, sum varpar ljós á tey bæði pørini Mimí og Rodolfo og Marcello og Musettu. Sungið verður á italskum og programm fæst í Norðurlandahúsinum.
Millum kendastu verk Puccinis telist eisini "Madama Butterfly", sum írska Tjóðaroperain framførdi á fyrstu Listastevnuni í 2001.
Fýra leikarar
Leikararnir í "La Bohème" eru fýra. Norska Turi Olin Grimstad, sum er Mimí, var fyrstu ferð á palli sum 18 ára gomul og hevur síðani lisið og verið freelance sangari. Hon hevur luttikið á konsertum í Bretlandi, Týsklandi, Fraklandi, Eysturríki, Grikkalandi og Slovenia. Turi hevur vunnið tríggjar fyrstuvirðislønir í evropeiskum sangkappingum. Á Kongliga leikhúsinum hevur hon sungið Gianetta í "Ástardrykkinum" hjá Donizetti og tvey skeið hevur hon har sungið Mimí í "La Bohème". Áður hevur Turi ferðast við Det Kgl. Kapel og Symfoniorkestrinum hjá danska útvarpinum.
Danski Sune Rémi Hjerrild, sum er Rodolfo, er útbúgvin á kongliga danska Musikkonservatoriinum og leyk í 2002 útbúgving á Opera Akademinum. Í 1997 var hann við í donskum mentunartiltøkum í Australia, m.a. í operahúsinum í Sidney og í 1999 var hann við í tiltakinum Danish Wave í New York. Árið eftir var hann fyrstu ferð á palli í Kongliga Leikhúsinum í leiklutinum sum Gastone í "La Traviata" eftir Verdi. Í 2001 varð hann fyrstu ferð Rodolfo í "La Bohème" í eini framførslu á víðagitnu Clonter Opera í Onglandi og fekk seinni sama árið henda leiklutin í London.
Anna Kathrina Börjeson, sum er Musetta, sang í 2001 Donna Elvira í "Don Juan" hjá Mozart á Summaroperuni á Frederiksberg í Danmark. Hon hevur verið solistnæmingur á kongliga danska Musikkonservatoriinum og leyk í 1999 prógv á Opera Akademinum. Anna Kathrina hevur veirð solistur á fleiri konsertum og tónleikatiltøkum. Á Den Fynske Opera hevur hon sungið í "Collage for fire Operasangere", Dorabella í "Così fan Tutte" eftir Mozart og Polly í "Biddaraoperuni" eftir John Gray. Á kongliga Leikhúsinum hevur hon sungið Karolka í "Jenufa" eftir Janacek, og Drotning Titana í "Holger Danske", sum er opera eftir F.L.A. Kunzen.
Joachim Knop, sum er Marcello, er útbúgvin á Opera Akademinum ár 2000. Hann hevur sungið Wilhelm í verkinum "The Black Rider" eftir Tom Waits, sum varð framført á Betty Nansen Leikhúsinum. Á kongliga Leikhúsinum hevur hann sungið Fiddelihut í "Heksemutter Mortensen" eftir Fuzzy. Sum leikari hevur Joachim Knop medvirkað í filmum sum "Drengene fra Sankt Petri" og "Anja og Victor". Skeiðið 2001-2002 sang hann Askepop í Glassalinum í Tivoli og skeiðið 2002-2003 var hann Almaviva greivi í "Brúdleypi Figaros" í Nyborg.
Harafturat er Camilla Bonde servitrisa á Café Momus. Ljósmeistari er Ralf Stenderup-Larsen.
"La Bohème" er í fýra pørtum og framførslan, sum varir í hálvanannan tíma, er uttan steðg.
Atgongumerki, sum kosta 150 krónur, fáast í Norðurlandahúsinum.
Skipafelagið Føroyar og Dans og Teater i Norden stuðla Føroyaferðini hjá Rialto Leikhúsinum.