Operetta fyri fyrstu ferð framførd í Føroyum

Íslendski forsetin, Dávíð Oddson, hevur stuðlað Føroyaferðini hjá operettuni Flogmúsini við 100.000 donskum krónum. Sunnudagin verður hon framførd í Norðurlandahúsinum

Vikuskiftið verður eitt av teim heilt stóru í Norðurlandahúsinum. Í dag letur framsýningin um kendu "Ingolf-ekspedisjónina" upp í dansistovuni, og í morgin verður ein røð av almennum fyrilestrum í sambandi við, at Nordisk Numismatisk Union hevur ársfund í Føroyum.

Í morgin verður eisini ein stórhending í Norðurlandahúsinum. Føroyski spælifilmurin Bye Bye Blue Bird hjá Katrini Ottarsdóttir hevur heimsfrumframførslu. Katrin hevur skrivað handritið og hon leikstjórnar eisini.

- Tað er rættiliga óvanligt, at ein kvinna er filmsleikstjóri yvirhøvur í heiminum. Í grundini er tað heilt fantastiskt, at Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt tveir føroyskar spælifilmar, sigur Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, ið er rættiliga hugtikin av filminum.

- Tað er altíð stuttligt og inspirerandi at síggja eina ógvuliga persónliga tulking av eins egna veruleika. Ein slík tulking er hesin filmurin. Eg rokni við, at hann fer at birta í kjak og ymsar meiningar um hesa tulkingina. Fyri ein útlending er tað rættiliga áhugavert at síggja sjónarhornið í filminum. Her eru tvey ungfólk, ið hava búð í hvør sínum landi og tey geva Føroyum eina kosmopolitiska dimensjón. Ein stórur partur av Føroyum eru jú uttan fyri Føroyar, og á sama hátt fyri Ísland, er tað eitt ríkidømi í sjálvum sær.

Íslendingurin Hilmar Örn Hilmarsson hevur gjørt filmstónleikin. Hann hevur fingið europisku filmsvirðislønina Felix fyri tónleikin í einum íslendskum filmi.

Útlendskir fjølmiðlar verða eisini til staðar á frumframførsluni leygardagin. Donsku bløðini Information og Aktuelt, og Danmarks Radio og DR2 Bogart verða hjástødd. Eftir frumframførsluna verður filmurin vístur í Havnar Bio og øðrum biografum.


Flogmúsin til Føroya

Ein onnur stórhending verður eisini um vikuskiftið. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein operetta í allari síni heild framførd í Føroyum. Íslendska Operain kemur til Føroya við operettuni Flogmúsini.

- Hetta er eitt sera stórt tiltak við 40 tónleikarum úr symphoniorkestrinum í Íslandi, 20 kórsangarum, 10 soloistum, 10 teknikarum og nógvum øðrum, sigur Helga Hjörvar.

Tveir av kendastu solistunum í Íslandi, Sigrún Hjálmtýsdóttir og Bergtór Pálsson, syngja. Konsertmeistari er Sigrún Eðvaldsdóttir. Operettan, sum er í trimum pørtum, er tann kenda Flagermusen hjá Johann Strauss í nýggjari nýtímans útgávu.

- Tónleikurin er hin sami, men operettan verður spæld í nýtímans umhvørvi. Hon fer fram í Reykjavík í Íslandi í dag. Grundin til, at leikurin er fluttur til nútíðina, er, at Íslendska Operain vil hava fatur á nýggjum áhoyrarum. Tað er ikki ókent, at klassiskir leikir verða gjørdir í nýtímans útgávu. Í hesi útgávuni av Flogmúsini eru video-upptøkur, upptøkur á skíggja, og onnur eksperiment, sigur Helga Hjörvar.

Operettan kemur beinleiðis úr Íslandi og hevur ikki verið framførd aðra staðni í Norðurlondum. Frumframførslan var í farna mánaði.

- Ætlanin er ikki at ferðast víðari við operettuni, tí tað er rættiliga dýrt. Íslendski forsetin, Dávíð Oddson, hevur stuðlað ferðini hjá Flogmúsini til Føroya við 100.000 donskum krónum. Hann hevur gjørt, at tað var møguligt at alt orkestrið kundi koma við til Føroya. Annars var ætlanin, at bert eitt piano var við, sigur Helga Hjörvar, ið ásannar, at tað er stórur áhugi fyri Føroyum í Íslandi og øvut.

Framførslan av Flogmúsini verður í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið kl. 19.30, og talan verður bert um ta einu. Gravgangurin eftir atgongumerkjum er longu stórur.