Tað var ikki eiti á fólkamongd, sum hevði leitað sær inn í Gøtudal fyrrapartin leygardagin, tá Shellstøðin í bygdini alment lat uppaftur eftir høvuðsumvælingina, sum er gjørd.
Nýggjar oljupumpur eru settar upp og kortautomatin syrgir fyri, at tað nú eisini ber til at fylla sær olju og bensin á bilin á náttartíð.
Innan er handilin fullkomiliga broyttur. Alt er nýtt og øðrvísi enn tað var frammanundan.
Eisini vøruúrvalið er broytt og tað sæst millum annað best við, at tað nú ber til at keypa nýbakað hvønn dag.
Talan er um hálvlidnar vørur, sum fyritøkan keypir frá stórbakarum úr Danmark og sum síðani vera liðugtgjørdar í Gøtudali og tað er hent í eini bygd, sum ikki hevur bakara.
Selecthandil
Høvuðsbroytingin innan er tann, at tað, sum fyrr var at meta sum ein kiosk, nú mest líkist einum handli.
Hákun Djurhuus, stjóri á Shell sigur, at teir hava brúkt sama modell, sum verður brúkt á størri støðunum í Danmark.
? Allar flestu støðirnar niðri eru gjørdar sum henda. Her eru kølidiskar, sum syrgja fyri, at vørurnar alla tíðina standa kalt og gott.
Men fara vit at síggja fleiri slíkar støðir í Føroyum?
? Tað er ikki vist. Tað, sum hevur týdning er, um kundagrundarlagið er til staðar. Henda støðin liggur soleiðis fyri, at tað kemur nógv fólk á gátt, men soleiðis er ikki alla staðni í landinum, sigur Hákun Djurhuus.
Hvar aðrastaðni er møguleiki fyri slíkum handlum í Føroyum?
? Við Ringvegin í Havn er møguligt, tí tann støðin hevur eisini nógvar kundar, men tað er einki avgjørt um tað enn, sigur Hákun Djurhuus.
Stórur áhugi
Sum sagt var nógv fólk komið saman í Gøtudali leygardagin og tey sluppu at hoyra kórsang áðrenn bygdaráðsformaðurin í Gøtu, Jógvan Gregersen segði nøkur orð.
Aftaná fór øll rúgvan innar har Shell beyð teimum at leska sær við einum bita av onkrum góðum við einum kaffimunni ella onkrum øðrum góðum afturvið.
Børnini vórðu heldur ikki gloymd henda dagin. Tey fingu ballónir og tílíkt.
Og verður undirtøkan hjá støðini framyvir eins góð og hon var leygardagin, so verður trongligt í Gøtudali.