Opið bræv til Bill Justinussen, landsstýrismann við heilsumálum

   

Vísandi til uppskot til løgtingsfíggjarlóg 2004 og orðaskiftið í løgtinginum
um ovurnýtslu av peningi til serviðgerð av sjúklingum á Ríkishospitalinum
og øðrum sjúkrahúsum í Danmark, mugu vit ásanna, at hetta fyribrigdið við
kjaki um føroyskar sjúklingar á donskum sjúkrahúsum hevur verið afturvendandi
nú í umleið 5 ár.
Sum tygum og flest øllum kunnugt eru hesar serviðgerðir kostnaðarleysar
fyri føroysku sjúkrahúsini, og tað var eisini orsøkin til, at játtanin til nevndu
sjúkraviðgerðir kom við í ríkiskassablokkin tann 1. januar 1988, tí í fólkatings-
lóg nr. 621 frá 22. desember 1976 er undir § 5 m.a. tilskilað:

"Sygehusenes overlæger har ret og pligt til at yde bistand og modtage bistand fra
de øvrige sygehuse og ret til at sende patienter til behandling på sygehuse i Danmark.
Nærmere regler herom fastsættes i det af landsstyret udfærdigede reglement for det
færøske sygehusvæsen".
Og í landsstýrisins kunngerð nr. 70 frá 6. oktober 1977 er m.a. tilskilað:
"Sjúklingurin verður kannaður til viðgerðar á donskum sjúkrahúsi ella deild v.m.,
ið verður rikin ella goldin av statinum, av praktiskum orsøkum helst Ríkishospitalið.
Viðgerðin á niðanfyri nevndu sjúkrahúsum og deildum er eftir avtalu við ríkisstýrið
kostnaðarleyst fyri føroysku sjúkrahúsini: Ríkishospitalið herundir Kysthospitalet
på Refsnæs, Ortopædisk Hospital í Keypmannahavn, Finsensinstitut, herundir
Radiumstationen. Bert í teimum førum, har tað er heilt greitt, at sjúklingurin ikki kann
viðgerðast á teimum undir punkt 2 nevndu sjúkrahúsum og deildum, skal sjúklingurin
kannast til onnur sjúkrahús t.a. Andelsforeningens Gigt hospital í Skelskør og
og Afholdsbevægelsens Behandlingsinstitutter for alkoholbeskadede".

Til tess at vísa hvussu gongdin hevur verið, síðan ríkiskassans útreiðslur til serviðgerð av
føroyskum sjúklingum á donskum sjúkrahúsum fóru í blokkin 1.1.88, - tá æt løgtings-
játtanin "Útreiðslur viðvíkjandi Ríkishospitalinum", men nú eitur hon "Serviðgerð
uttanlands" -, ber til at seta upp fylgjandi yvirlit:

Løgtingsins
fíggjarlógaruppskot Brúkt Úr blokkinum
1988 22 mió. 22.5 mió. 22 mió.
1997 37.2 " 37.5 " 37.5 "
2000 53.2 " 70.8 " 40.0 " (umleið)
2003 70.0 " ? 40.0 " "
2004 67.2 " ? 40.0 " "

Hetta talar fyri seg.

Í fylgiskjølunum til lógina um blokkin er m.a. tilskilað viðvíkjandi Ríkishospitalinum,
at "endelig fastlæggelse (av upphæddini í blokkinum/HM) beror på opgørelsen af udgifterne
ved indlæggelse på Rigshospitalet".

Flest allir føroyingar, primert øll gomul, øll sjúk og øll avlamin, spyrja við
angist- og tunglyndis andlitsbragdi, hví og hvussu hesin ørvitisskapur í landsins
politisku umsiting á sjúkrahúsøkinum - nú meira sjónskt og ræðandi enn nakrantíð-
er íkomin, og hvørjum hetta fer at enda við.

Eg loyvi mær vinarliga at spyrja, um tygara politiska umsiting av serviðgerð av
sjúklingum á Ríkishospitalinum hevur støði í omanfyri nevndu fólkatingslóg
og relevanta kunngerð frá landsstýrinum? Um svarið er játtandi, gevur hetta orsøk til
hesar spurningar:

1.Við hvørjari lógarheimild hevur landsstýrið steðgað
dagføring (a jour føring) av statsins gjald skyldu fyri
serviðgerðir á Ríkishospitalinum?
2.Hví rinda tygum pening úr landskassanum fyri
serviðgerð á Ríkishospitalinum v.m., sum staturin
sambært lóg og kunngerð eigur at gjalda?

Fyri at lýsa spurning 2 kunnu vit taka árið 2000 sum dømi:

Brúkt til serviðgerðir á sjúkrahúsum í Danmark 70.8 mió.
Goldið av statskassanum (í blokkinum) uml. - 40.0 "
Goldið av landskassanum (!!) uml. 31 mió.

Eg ivist onga løtu í, at 70% av øllum føroyingum ynskja at fáa viðurskiftini viðvíkjandi
serviðgerðum av sjúklingum á Ríkishospitalinum v.m. í eins góða og trygga legu, sum
tey vóru frá 1977 til 1997, altso í 20 ár.

Vónandi svara tygum upp á hesar tríggjar spurningarnar við sama álvarsemi og eins
greitt, sum teir eru settir.