Opið bræv frá Nýrafelagnum til tey sum samráðast um samgongu

Nýrafelagið heitir á løgtingsfólkini, sum nú sita til samráðingar, at seta dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í samgonguskjalið. 

Dialysuviðgerð er ein lívsneyðug viðgerð, tá nýruni svíkja. Tann mest vanliga dialysuviðgerðin er hemodialysa, har blóðið verður reinsað við eini maskinu. Hetta verður vanliga gjørt á serligari dialysudeild á sjúkrahúsi, fýra tímar hvørja ferð, tríggjar ferðir um vikuna. Í Føroyum er ein slík dialysudeild á Landssjúkrahúsinum, umframt ein minni dialysueind á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Til samgongusamráðingarnar í 2022 var dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi raðfest, og tann dialysueindin kom at virka í mars 2024, og er til ómetaliga stórt gagn fyri dialysusjúklingarnar í Suðuroy. 

 

Nýrafelagið hevur arbeitt miðvíst fyri hesum í nógv ár, men okkara fokus var serliga á at fáa dialysuviðgerð til Suðuroyar fyrst, tí siglingin um Suðuroyarfjørð ofta er óstøðug. Har eru vit komin á mál.

 

Nú er stundin komin at raðfesta dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so at dialysusjúklingarnir í norðurøkinum, eisini kunnu koma í ta lívsneyðugu viðgerðina í teirra nærøki. Hóast flestu oyggjar í norðurøkinum hava fast samband til Havnar, vita vit av royndum, at ferðingin frá heiminum og til dialysuviðgerðina í Havn, er ómetaliga møðsom fyri sjúk fólk. Ein bussur koyrir frá sjúklingi til sjúkling, frá bygd til bygd, og tekur tey við so hvørt, fyri síðan at koyra øll samlað til Landssjúkrahúsið. Hesin túrurin kann taka upp til tveir tímar úr Klaksvík, til man kemur uppá pláss. Onkuntíð eisini drúgvari. Og so er sama lag heim aftur. Ein dialysusjúklingur í Klaksvík brúkar vanliga 10 tímar ella meir um vikuna uppá koyring til og frá dialysuviðgerð. Sjálv viðgerðin er vanliga 12 tímar um vikuna. Í tímum er hetta meir enn eitt hálvtíðarstarv, hjá nøkrum av teimum allarsjúkastu í samfelagnum, og nógv av teimum eru eisini gomul. 

 

Um hendan koyringin var stytt niður í fáar minuttir hvønn vegin, hevði tað bøtt sera nógv um lívsgóðskuna hjá dialysusjúklingunum. Royndir av at bjóða dialysusjúklingum viðgerð nærri heiminum vísa at heilsan eisini batnar. 

 

Góðu politikarar, nú hava tit møguleikan at gera ein ómetaliga stóran bata fyri hendan sjúklingabólk, við at virka fyri at dialysuviðgerð kemur á Klaksvíkar Sjúkrahús. Til seinastu samgongusamráðingar var dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi sett í samgonguskjalið, og hon er farin at virka, og virkar væl. 

 

Nú er stundin komin til Klaksvíkar Sjúkrahús. 

 

 

 

Nýrafelagið