Tað var als ikki uttan svørðslag, at Løgtingið 17. mai í 2023 samtykti broytingarnar í stýrisskipanarlógini, sum ásetti, at kvinnur skulu kunna kallast kvinnur á løgtingsmáli. Fram til 2023 æt tað »løgtingsmaður« og »landsstýrismaður« – sjálvt um talan var um kvinnur.
Tá løgtingskvinnur løgdu fram uppskot ella settu fram fyrispurningar, so skuldu tær undirskriva seg »løgtingsmaður«, og landsstýriskvinnur skuldu undirskriva seg »landsstýrismaður«.
Tí soleiðis var lógin.
Onkur roynd er áður gjørd at broyta hetta, men varð feld.
Men tá formansskapurin í Løgtinginum legði málið fram í seinasta valskeiði, tá bragdaði, og uppskotið varð samtykt. Av tí at talan er um broyting í stýrisskipanarlógini, so skal málið samtykkjast av tveimum Løgtingum – og tað skal vera orðarætt sama uppskot.
Tí er uppskotið aftur til viðgerðar nú. Og tað skal avgreiðast í fyrstu tingsetu eftir løgtingsval.
Uppskotið verður uttan iva samtykt, tí flestu fólk í Løgtinginum taka undir við tí. Men so var ikki 17. mai í 2023, tí tá atkvøddu allir løgtingsmenninir hjá Fólkaflokkinum ímóti. Teirra millum øll núverandi landsstýrismanningin hjá Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, sum nú er løgmaður, Bárður á Lakjuni, sum nú er landsstýrismaðurin í mentamálum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum. Umframt núverandi landsstýrismenninar atkvøddi eisini Árni Skaale ímóti uppskotinum. Einasta tingfólk úr Fólkaflokkinum, sum atkvøddi fyri, var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum var partur av formansskapinum og sum tí var millum uppskotssetararnar.
Tað verður áhugavert at síggja, um nakað er broytt hesi trý árini í tingmanning Fólkafloksins. Tey eru nú 9, og av teimum, sum atkvøddu í málinum í 2023, er bara Árni Skaale í tingbólkinum í dag. Miðflokkurin hevur helst somu støðu sum tá. Men uppskotið verður í øllum førum samtykt, tí tað fær uttan iva fulla undirtøkur frá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sjálvstýri, Tjóðveldi, Framsókn og frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum hava tilsamans 23 atkvøður í Løgtinginum.











