Tað hevur leingi verið kent, at tey í Noregi gera nógv fyri at finna fólk aftur, sum doyggja á havinum - um nakar møguleiki yvirhøvur er at finna hin burturgingnað aftur.
Fyri ikki so langari tíð síðan, var eitt lík funnið og bjargað á meira enn 90 metra dýpi. Tað eydnaðist at finna líkið á havsins botni og fáa tað heim til tey avvarðandi.
Tað hevur stóran týdning at tey, sum hava mist, í minsta lagi vita, hvar hin deyði er, og tað hevur eisini stóran týdning, at tey avvarðandi hava eina grøv at vitja.
Kystmagasinet skrivar um dagarnar um ein fiskimann, sum hvarv, tá útróðrarbáturin, Amalie Sofie, sakk í august í fjør.
Hetta var hin 5. august í fjør. Av trimum fólkum í bátinum, vórðu tvey bjargað á lívi, meðan hin triði persónurin hvarv í dýpinum.
Báturin er seinni funnin við havsins botn, og nú hevur tað eydnast at finna bát og saknaða mannin, sum er Olaf Birger Danielsen.
Hetta skrivar norska løgreglan í tíðindaskrivi, sum eitt nú Kystmagasinet endurgevur burturúr.
Statens Havarikommision var í Kirkenes í Noregi, tá báturin varð tikin upp, og tey gera nú sínar kanningar av bátinum og orsøkini til skipsbrotið.
- Áðrenn báturin er kannaður, kunnu vit einki siga um, hvør orsøkin til skipsbrotið var, segði Jan Arne Pettersen herfyri við Kystmagasinet.
Hann vísir á, at tað er ein lætti at hava funnið hin burturgingnað, og tað verða rættarlæknarnir, sum endaliga skulu staðfesta, at hetta er Olaf Birger Danielsen.
Vit kunnu leggja aftrat, at munurin á skipsbrotum av slíkum slag - í Noregi og Føroyum - kann vera, at Noreg hevur stórar firðir, sum vit ikki hava í Føroyum.
Millum oyggjarnar her heima er rættiliga streymhart, og hugsandi er, at umstøðurnar á longu firðunum í Noregi eru øðrvísi enn her hjá okkum.










