Hetta er jú ikki fyrstu ferð, at tankin spøkir. Higartil er tað eydnast umhvørvisfólki og friðingarfólki at mana spøkilsið aftur í jørðina.
Og tá okkara borgarstjóri heitir á fólk um at siga sína áskoðan, fari eg at loyva mær at leggja uppí.
Nú Argir eru komnar upp í Havnina, dugi eg væl at síggja, at býráðið hevur fingið ein stóran trupulleika við at fáa gott samband tann vegin. (Glyvursnes, landsumsitingin etc. etc.)
Um eg læs rætt í bløðunum, er tað ætlanin at gera ein »ringveg« tvørtur um Sandá úr nýggja Marknagilsvegnum; men fyrst eftir ár 2000.
Vit vita øll, at landssjúkrahúsið dag og dagliga verður plágað av ferðslu, og nú vita vit, at hendan ferðslan fer at veksa heldur enn minka.
Men álvaratos: Er hetta uppskotið um veg undir landssjúkrahúsinum ikki nakað »fantasiforladt«? Tað haldi eg. Her verður bara pjøss og stokkutur løtuvinningur. Tit grópa tann vakra gerðisblettin upp og stoyta asfalt og betong í hann og halda nú, at innkoyringin til Argjar er í lagi.
Tað er hon ikki. Hon hevur ov stóran kostnað. Umhvørvisligan kostnað. Og alt, sum hevur ov stóran prís - sæð úr umhvørvisligum sjónarhorni - er ikki í lagi.
Ein nøktandi vegur undir landssjúkrahúsinum verður ein skomm, verri enn tann, sum nú fer framvið vindeygunum á okkara tuberkla- og røktardeild. Alt landssjúkrahúsið verður hereftir umgirt av ferðslu.
Er tá nøkur onnur loysn?
Tann ætlaði »ringvegurin« úr Marknagili er neyðturviligur og besta umlætting fyri ferðsluna millum Havnina og Argjar, og hann eigur at verða gjørdur skjótast møguligt.
Ímeðan mugu vit fáa eina hampuliga »albyl-loysn«, sum er til at liva við, eisini eftir at hon var aktuel.
Eg skjóti tí upp, at vit venda eygunum niðan á Frælsið, árakað háskúlan.
Úr hesum nýmótans vegi á Frælsinum ber væl til at gera ein nøktandi koyriveg vestureftir. Her er eitt »ongamannaland« norðan- og vestanfyri Eirargarð; eitt ongamannaland, sum so at siga gongur beint í Dr. Dahslgøtu.
Umhvørvisligi prísurin í hesum uppskoti er eftir mínum tykki ikki so høgur sum tann undir landssjúkrahúsinum.
Hospitalsøkið kann nú síðani verða stongt (blindvegur), sjúkrahúsið verða moderniserað sum skotið er upp, og Føroya Landssjúkrahús fær sín hart tiltrongda frið.
Og Havnin, tann deiliga Havn, kann so framhaldandi eiga sína óspiltu hvalvág, sítt aldargamla prestagerði, sína »baðistrond« og eitt sjáldsamt aktiv á okkara døgum: eina natúrliga sjóvarstrond.
Vinarliga
Oddvør Johansen