Tað, sum hevði mín serliga áhuga, var, hvørjar hugleiðingar nevndin hevði gjørt sær í sambandi við orðabókapolitikk. Her verður m.a. nortið við, at tað er ein ”ørgrynna av útlendskum tilfari, sum átti at verið umsett til føroyskt”, og at arbeiðið ”við at gera og umsita orðabøkur eigur at verða styrkt”. Hetta ljóðar skilagott, men tað nyttar einki, tá Orðabókagrunnurin ikki megnar sítt arbeiði, tí, sum er, liggur hann inni við 4 orðabókahandritum, har tvey teirra hava fingið broytta dagfesting frá 2007 til 2008. Mítt orðabókahandrit kundi fingið tað (van)lagnu at blivið tað 5. Seinni í álitinum verður skotið upp, at 2. mió um árið fyribils í 5 ár verða markaðar til orðabøkur. Her havi eg víst á í einum øðrum parti, at Bjarni Djurholm vísir á eitt 10 ára skeið fyri at fáa teir mest átrokandi orðabøkurnar til høldar, sum eg sjálvur haldi vera á einari leið. Men við hesi sniglaferð, sum Mentamálaráðið og Orðabókagrunnurin hava prógvað hesi seinastu 10 árini, verður tað seinur dagur, at vit koma á mál við orðabókum.
Í fremmandamálunum verður gjørd ein raðfesting av orðabókunum úr og í heimsmálini, har tað verður lagdur dentur á teldutøkar ”orðabøkur millum føroyskt og heimsmálini. Raðfestingin tykist vera: FØ-EN/EN-FØ, FØ-TÝ/TÝ-FØ, FØ-FR/FR-FØ, FØ-SP/SP-FØ, FØ-RU/RU-FØ. Hví man tann Dansk-Føroyska orðabókin ikki verða umrødd í hesum høpi, ja og ein Føroyskt-Donsk hevur leingi verið í umbúna, men tykist verða komin í drag. Ella er tað ein onnur orsøk, at henda orðabók ikki verður umrødd. Skommin yvir ikki at hava megnað sín setning, sum eisini er galdandi fyri Tøknifrøðiligu orðabókina, sum báðar hava verið í umbúna í meira enn 10 ár, men enn sæst so einki til teirra. Hví ikki umrøða hesar eisini, tó at danskt ikki er nakað heimsmál, men tó hevur havt og hevur enn stórt árin á føroyskt? Her skal viðmerkjast, at forlagið SPROTIN longu nú hevur givið ta FØ-EN/EN-FØ orðabókina út. Tann EN-FØ kom longu í 1992 á marknaðin, og tann DA-FØ kom út sum vanlig bók í 1997, og í 2005 kom hon sum teldutøk. Sama forlag hevur givið ta FØ-EN/EN-FØ orðabókina út í eini 5-punkta útgávu í februar 2008. Hetta merkir, at hon kemur út
sum vanlig orðabók við permu
sum internetútgáva
sum intranetútgáva
sum fløga
sum fartelefon-útgáva, sum serliga tey ungu fara at gleðast um í teirra skúlaarbeiði. Vit eldru fara ikki at standa við sviðið soð!
Henda raðfylgja er óivað ikki ætlað at vera endalig, men bert eitt uppskot til tey ymisku evropeisku fremmandamálini, tí FØ-SP/SP-FØ orðabók hevði eyðvitað staðið frammarliga í dagsins skúlahøpi, tí nógv flestir næmingar velja júst hetta mál sum annað fremmanda mál, men tað má ikki verða ein sámiligur parlørur við eini 4-5.000 leitorðum, sum sær dagsins ljós, sum er dreymurin hjá Orðabókagrunninum við Kára á Rógvi sum formanni. Gyldendals Reyða, sum er frá 2000 sigur í sínum fororði m.a: ” Ordbogen, der indeholder ca. 54.000 opslagsord,…”
Eisini verður m. a. róð uppundir, at ”Somuleiðis eigur Málnevndin at umsita Orðabókagrunnin”, og ”Orðabókagrunnurin, sum verður lagdur undir Málnevndina, eigur at fáa rúmari heimildir og størri játtan at arbeiða við og skal hava sum høvuðsmál at umsita og samskipa alla føroyska orðabókagerð”. Her var eg skakaður í grundvøllin, tí fyri tað fyrsta nú skal aftur eitt millumlið, ein Málnevnd, setast afturat øllum teimum, sum eru í orðabókaarbeiðnum, sum er ræðandi í sjálvum sær, men tað, sum ikki er skiljandi, er, at ikki ein av teimum 5 limunum í Málnevndini hevur eitt fremmanda mál sum høvuðsgrein, ja ikki so frægt sum hjágrein á universitetsstøði. Limirnir eru: lektari, sum er formaður og umboðar Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya, studentaskúlalærari er næstformaður og umboðar Móðurmálslærarafelagið, studentaskúlalærari umboðar Mentamálaráðið, blaðkvinna umboðar Blaðmannafelagið og lærari umboðar Rithøvundafelagið. Hvørja hilling man henda Málnevnd hava um orðabókagerð, tá ið hon ikki hevur snevulin av, hvørjar tvørleikar føroyskt mál hevur at dragast í orðabókahøpi. Hevði tað ikki verið rímiligt at havt bert ein lim í nevndini, sum hevði førleika á hesum øki? Hví mótmælir málnevndin ikki hesum ørvitisuppskoti. Man hon ikki hava nóg mikið at takast við, sum er? Tí nú skal hon so rættiliga til verka, nú lýsingarnar við lóg skulu vera á føroyskum. Men tað, sum ørkymlar meg mest, er, at tað verður mælt til, at Orðabókagrunnurin sum stovnur við Kára á Rógvi sum formanni ”skal hava sum høvuðsmál at umsita og samskipa alla føroyska orðabókagerð.” Tí formaðurin situr nú á 5. ári og hevur bert megnað at givið eina stirvna teldutøku útgávu av Móðurmálsorðabókini, um borið verður saman við skipanina hjá SPOTANUM. Lat meg nevna eitt lítið dømi. Undir ”gráur” kemur ”grótlús” fyri, sum er ”oniscoidea”, og verður hugt undir ”grótlús” so er hon nú ”oniscidæ”, hví ikki brúka latínska heiti ”oniscidae”? Verður henda netútgáva borin saman við ”Orðaskjáttuna”, sum er ein nógv smidligari útgáva, so kann sigast um netútgávuna, at hon er ein beta-versjón. Um hugt verður at limunum í nevndini fyri málálitinum, so er kanska ikki so løgið, tí tveir av teimum hava tætt tilknýti til Orðabókagrunnin, annar er limur í Orðabókagrunninum, meðan hin er ein av teimum 5 upprunalimunum í Móðurmálsorðabókini, sum er slagskipið hjá Orðabókagrunninum, men Orðabókagrunnurin hevur havt sína gulløld. Hesar báðar omanfyri umrøddu orðingar munnu hava verið ein beiskur biti at svølgja hjá einum av nevndarlimunum fyri álitinum, Jonhardi Mikkelsen v/SPROTANUM. At Orðabókagrunnurin skal hava øll orðabókahandrit, man koma undir kappingaravlaging og tað við lít! Tað kann undir ongum umstøðum verða rætt, at Orðabókagrunnurin sum ein náttúrulóg fær øll orðabókahandritini, bara tí at hann einaferð megnaði eina orðabók.
Lat meg venda aftur til tær 2. milljónirnar árliga í 5 ár. Tað nyttar lítið, at høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger. Løgtingið játtar eina ávísa upp til orðabókagerð, sum er knapt 1 milljón á núverandi fíggjarlóg. Hesa upphædd umsitur Mentamálaráðið. Síðan kann Mentamálaráðið seta eina orðabókaverkætlan í verk og fíggja hana við einum parti av hesum peningaupphædd, ella Orðabókagrunnurin kann gera tað sama, men má søkja Mentamálaráðið um studning til hvørja verkætlan ella royna at fáa fígging á annan hátt. SPROTIN hevur sjálvandi eisini henda møguleika, t.v.s. – skil tað hvør ið kann - at vit 48.000 føroyingar hava 3 stovnar, sum takast við orðabókagerð. Og nú skal málnevndin eisini upp í leikin. Hvør hevur vita so skapt! Leggið alt orðabókaarbeiðið undir eitt forlag, SPROTAN, tí hann hevur royndirnar, vitanina og tøknina, sum skal til, og sum er dagførd nýliga fyri stóra upphædd. Stiðin og Sprotin hava megnað at givið 3 alneyðugar orðabøkur út + Samheitaorðabókina. Mentamálaráðið við Jóannesi Dalsgaard setti uml. ár 2002 orðabókarithøvund at skriva eina FØ-TÝ orðabók, tá var mín TÝ-FØ góð 100.000 leitorð. Hevði tað ikki verið laga manni at gjørt eitt samstarv millum okkum báðar og keypt mína orðabók, men so eiðasørt, vit skuldu heldur sita í sjálvdrátti og gera hetta drúgva arbeiðið. Nú er orðabókarithøvundurin farin av landinum, og enn er eingin orðabók komin undan kavi, og mín er enn ikki komin komin á marknaðin.
Niðurstøða: Orkuspill. Til nýggja mentamálaráðharran. Tú verður noydd at taka alt málið upp av nýggjum, men hetta komið til í seinni grein.