Orðblind børn avdúkast

Tað ber eftir øllum at døma til at staðfesta orðblindni hjá børnum, langt áðrenn tey koma í skúlaaldurin Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.

Sambært Trude Nergård Nilssen er tað ein vanlig misskiljing, at orðblindni ikki kemur í fyrrenn barnið skal læra skriftmálið í skúlanum.

Altjóða gransking hevur víst, at tað ber til at vísa á byrjandi trupulleikar í mun til skriftmálið hjá børnum um 2 til 3 ára aldur. Tí ber tað til at hjálpa børnunum, áðrenn tey koma í skúla.

Hesir trupulleikar kunnu vísa seg í avmarkaðum setningsbygnaði, avmarkaðum orðatilfeingi og líknandi.

Tað er eisini staðfest, at orðblindni arvast. Um eitt av foreldrunum og í minsta lagi eitt nært skyldfólk hevur orðblindni, er tað 40 til 60 prosent vandi fyri, at barnið eisini fær orðblindni. Fyri restina av fólkinum er vandin fyri orðblindni upp ímóti 5 prosentum.