- At vit nú hava orðblindalærarar, fer at gera, at fólk, sum eru orðblind ella lesitrupulleikar, tora betur at koma fram við sínum trupulleikum, sigur Anne-Karin Kjeld. Felagið fyri lesi- og skriviveik fegnast, nú 18 lærarar í fólkaskúlanum, miðnámi og vinnuskúlum hava tikið prógv sum orðblindalærarar.
- At vit nú hava orðblindalærarar fer at gera, at upplýsingin um lesi- og skrivitrupulleikar verður økt, at tað verður tosað meiri um hetta, og at fólk, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar ella eru orðblind, tora betur at koma fram við sínum trupulleikum. Tey fara at tora betur og fyrr at søkja sær hjálp, sigur Anne-Karin Kjeld, sum er stigtakari til Felagið fyri lesi- og skriviveik, við Skúlablaðið.
Felagið fyri lesi- og skriviveik hevur í nógv ár stríðst fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar. Eitt, sum tey hava fýlst á, er, at tey, sum hava við næmingar at gera, ikki hava dugað nóg væl at hjálpt teimum, sum hava meiri enn vanligari lesi- og skrivitrupulleikar.
- Hetta er nú broytt, tá ið talan er um orðblindni, tí nú hava vit 18 orðblindalærarar, so tað verður lættari hjá hvørjum einstøkum at fáa hjálp. Og ung, sum hava gingið nógv ár í skúla, fáa hjálp og verða ikki steðgað í teirra skúlagongd.