Orban hevur boðið Kristersson til Nato-tingingar

Ungarki forsætisráðharrin, Viktor Orbán, hevur boðið svenska forsætisráðharranum á vitjan, so teir báðir kunnu kjakast um svenska limaskapin í Nato samgonguni

 

Viktor Orbán úr flokkinum Fidesz hevur fleiri ferðir áður boðið umboðum úr Svøríki til Ungarn at kjakast um svenskan Nato-limaskap. Tó uttan úrslit.  (Arkivfoto). - Foto: Denes Erdos/Ritzau Scanpix  

Tað upplýsti Viktor Orbán í dag á X.

Svøríki og Finnland søktu eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í 2022 um limaskap í Nato, og í apríl í 2023 gjørdist Finnland limur.

So væl hevur ikki gingist Svøríki, tí bæði Turkaland og Ungarn hava lagt fót fyri svensku ætlanunum.

Sambært svensku tíðindastovuni TT hevur stjórnin í Ungarn fleiri ferðir áður boðið svenskum um boðum til Nato-tingingar í Ungarn.

 

##med3##

Men higartil hava tey havna ungarsku innbjóðingini Ulf Kristersson, forsætisráðharri, hevur víst á, at hann og Orbán javnan hittast í ES samanhangi.

/ritzau/

 

##med2##

 

<blockquote class="twitter-tweet"><p lang="en" dir="ltr">Today I sent an invitation letter to Prime Minister Ulf Kristersson <a href="https://twitter.com/SwedishPM?ref_src=twsrc%5Etfw">@SwedishPM</a> for a visit to Hungary to negotiate on Sweden’s NATO accession.</p>&mdash; Orbán Viktor (@PM_ViktorOrban) <a href="https://twitter.com/PM_ViktorOrban/status/1749711801925660883?ref_src=twsrc%5Etfw">January 23, 2024</a></blockquote> <script async src="https://platform.twitter.com/widgets.js" charset="utf-8"></script> 

 


 

 

Viktor Orbán úr flokkinum Fidesz hevur fleiri ferðir áður boðið umboðum úr Svøríki til Ungarn at kjakast um svenskan Nato-limaskap. Tó uttan úrslit.  (Arkivfoto). - Foto: Denes Erdos/Ritzau Scanpix  

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, úr flokkinum Moderaterna hevur higartil víst aftur at farið til Ungarn at kjakast um Nato. (Arkivfoto). - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix