Á toppfundi í Brússel herfyri hittust Volodymyr Zelenskyj og Viktor Orban, og her skiftu teir eisini orð saman, soleiðis sum myndin vísir. Teir eru ikki hjartavinir, men í dag hittast teir so í Ukraina.

Orban og Zelenskyj tosa um frið og samstarv

Av øllum teimum 27 ES-leiðarunum var Viktor Orban hin einasti, sum við ársenda í 2023 fekk eina nýggjársheilsu frá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Á toppfundi í Brússel herfyri hittust Volodymyr Zelenskyj og Viktor Orban, og her skiftu teir eisini orð saman, soleiðis sum myndin vísir. Teir eru ikki hjartavinir, men í dag hittast teir so í Ukraina.

Fyri fyrstu ferð, síðan Russland leyp á Ukraina í februar fyri stívliga tveimum árum síðan, er ungarnski forsætisráðharrin, Viktor Orban, á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

Ungarnski forsætisráðharrin er kendur sum størsti bremsukubbin í ES fyri at veita stuðul til krígsherjaða, Ukraina. Eisini í Nato hevur hann verið forsprákari fyri ikki at veita Ukraina hernaðarhjálp.

Haraftrat er Viktor Orban millum fáu vesturlendsku leiðarar, sum hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, síðan russisku innrásina. Men, í dag er so ungarnski forsætisráðharrin í Kyv á vitjan.

Á toppfundi í Brússel herfyri hittust Volodymyr Zelenskyj og Viktor Orban, og her skiftu teir eisini orð saman, soleiðis sum myndin oman fyri vísir.

Sambært ein talsfólki hjá ungarnska forsætisráðharranum, sum tíðindastovan Reuters endurgevur, skulu teir báðir í dag umrøða møguleikarnar fyri friði og samstarvi millum tjóðir.

Viktor Orban hevur funnist at vesturheiminum fyri at senda hernaðarútgerð til Ukraina, og tað er eingin loyna, at Volodymyr Zelenskyj og Viktor Orban ikki hava verið heitastu vinmenn, síðan Russland leyp á Ukraina.

Av øllum teimum 27 ES-leiðarunum var Viktor Orban hin einasti, sum við ársenda í 2023 fekk eina nýggjársheilsu frá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Á fundi millum ES-leiðarar í desember í fjør rýmdi ungarnski forsætisráðharrin úr salinum, soleiðis at hann slapp undan at atkvøða ímóti, at ES tekur upp samráðingar við Ukraina um møguligan ukrainskan limaskap.

Reuters veit at siga, at Orban-stjórnin eisini hevur lagt niður veto í ES móti sjey lógaruppskotum, sum høvdu til endamáls at veita Ukraina vápnastuðul. Øll hini 26 limalondini tóku undir við uppskotunum.

Vitjanin hjá Viktor Orban í Kyiv hendir dagin eftir, at Ungarn tekur við formansskapinum í ES-ráðharraráðnum, har forsætisráðharrin i Ungarn kemur at sita næstu seks mánaðirnar.

- Formansskapurin í ráðharraráðnum er mest symbolskur, og ráðharraráðið samtykkir tær lógir, sum ES-nevndin skjýtir upp, veit Reuters at siga.

Men, sessurin hjá ungarnska forsætisráðharranum næstu mánaðirnar gevur Viktor Orban høvi til at seta dagsskránna í ES tað, sum eftir er av hesum árinum.