Núverandi forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, viðgekk í kvøld at hava tapt á tjóðartingsvalinum í landinum.
Hetta hendi á einum tíðindafundi, skrivar Reuters.
Í røðu síni segði Orbán, at hann fer at tæna tjóðini sum andstøða, skrivar tíðindastovan.
Orbán legði afturat, at úrslitið er greitt, men "pínufult".
Formaðurin í andstøðuflokkinum, Tisza Péter Magyar, skrivaði á Facebook áðrenn tað, at Orbán hevði ynskt honum tillukku við sigrinum.
Í forsøgn eftir tjóðartingsvalið í Ungarn í dag sær út sum, at andstøðuflokkurin Tisza fer at vinna 136 av teimum 199 sessum í tjóðartinginum.
Forsøgnin varð gjørd eftir at 53,45 prosent av atkvøðunum vóru taldar.
##med2##
/Ritzau/












