U.S. Central Command er tann parturin av amerikanska herinum, sum eitt nú stendur fyri hernaðarliga átakinum hjá USA í Miðeystri.
Sagt verður, at stongsulin verður galdandi frá klokkan 15, okkara tíð at rokna. Eftir hetta fer USA at steðga allari skipaferðslu til og úr iranskum havnum.
- Stongsulin verður galdandi fyri øll skip - líkamikið, hvørjum landi, tey eru úr, sigur U.S. Central Command.
USA leggur dent á, at stongsulin bert verður galdandi fyri Iran. Skip, sum skulu til onnur lond í økinum, kunnu frítt sigla gjøgnum Hormussundið.
So er spurningurin, hvør avleiðingin verður av hesum, og hvørji stig Iran fer at taka, um stongsulin verður settur í verk sum fráboðað.











