Orbán vitjar Putin

ES-leiðarar í øðini, nú ungarski forsætisráðharrin í dag er farin til Moskva

Viktor Orban og Putin, tá ið ungarski forsætisráðharrin vitjaði í 2014 (Mynd: Kremlin.ru)

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, er farin til Moskva at hitta Putin. Tað skriva fleiri miðlar, m.a. NRK. Týsdagin var Orban annars á vitjan í Kyiv. Tað var fyrsta vitjan hansara í Ukraina, síðan Russland í februar 2022 gjørdi innrás.

 

Ungarn hevur leingi verið ein steinur í skónum hjá ES-leiðarum, tí Ungarn undir Orbán hevur lagt eina russisktsinnaða kós og mótarbeitt ES-revsitiltøkum móti Russlandi. Vitjanin rakar serliga meint beint nú, tí Ungarn 1. juli tók við formansskapinum í ES-ráðnum, sum kanska kann lýsast sum stjórnin í ES.

 

Charles Michel, sum er í forseti í Evropeiska ráðnum – sum ikki er sami stovnur sum ES-ráðið – skrivaði á X í gjárkvøldið, at Orbán onki mandat hevur at samráðast við Russland vegna ES. Gitanas Nausėda, sum er forseti í Litava, skrivar á X, at "um tú veruliga vil hava frið, so tekur tú ikki lógavatak saman við ein blóðtystan einaræðisráðharra; tú gert alt, tú ert mentur, at stuðla Ukraina". 

 

Viktor Orbán sigur hinvegin, at til ber ikki at fáa frið í Ukraina úr einum lenistóli.

 

Viktor Orban og Putin, tá ið ungarski forsætisráðharrin vitjaði í 2014 (Mynd: Kremlin.ru)