Sjúrður Skaale
Lat Ísrael tann 7. oktober 2023 Hamas drepa fólk, fyri at fáa eina grund til at leypa á Gaza og drepa palestinar?
Tað var henda illgruna, tú setti fram í lesarabrævi herfyri, sum eg reageraði uppá.
Hetta er ein sera, sera álvarsom ákæra.
Staturin Ísrael varð stovnaður í 1948 eftir eina ta mest hugtakandi, vøkru, ræðuligu, syrgiligu og lívsjáttandi søgu í heimssøguni: Jødarnir sluppu – eftir ófatiligar forfylgingar um allan heim – heim aftur til sítt egna, gamla land.
Legitimiteturin hjá Ísrael var, at her skuldu jødarnir vera tryggir. Teir skuldu liva saman við arabarum, kristnum og øðrum – men her skuldu teir vera tryggir.
Legitimiteturin hjá føroysku politisku skipanini kunnu vit helst siga er vælferðarstaturin. Sosialu skipanirnar.
Í Ísrael er tað trygdin hjá landsins borgarum. Og uppgávan er øgilig, tí tað evarska lítla landið hevur stórar grannar, sum vilja tí ilt.
Tín ákæra / illgiting um, at Ísrael óbeinleiðis ofrar egnar borgarar er tí ein tann mest álvarsama, sum kann setast fram móti landinum.
Og tú upplýsti sjálvur, hvør keldan var: Illar tungur.
Tú veist sjálvur hvat tann er, sum ber fram tað, illar tungur siga. Hann er sjálvur ein ill tunga. Eg visti, at tú er betri enn so – og tað ert tú eisini. Tú sjálvur alment tikið í egnan barm og ásannað, at tað ikki var í lagi.
Takk fyri tað!
At onkur misskilti yvirskriftina á mínum fyrra svari, og helt tað vera tíni orð, harmist eg um.
Restin av tínum langa svari var sum so ikki eitt svar til mín, so tað skal eg ikki siga so nógv um. Vit eru púra samdir um at taka frástøðu frá víðgongdum politikarum í Ísrael, og vit eru ósamdir um ymiskt annað. Soleiðis er tað.
Annars skilji eg, at tú skal halda talu í kvøld.
Giti vit eisini eru samdir um at virða, at vit eiga rættin og møguleikan at savnast púra frítt.
Tann rættin eiga øll formliga sæð í øllum Europa – men øll hava ikki møguleikan. Tiltøk, sum jødar skipa fyri, ella sum eru vinaliga sinnað móti Ísrael, kunnu ikki haldast púra frítt. Ofta verða tey órógvað, ofta mugu tey avlýsast.
Vit eru heilt víst samdir um, at tað eitt ódámligt rák.
Giti vit eisini eru samdir um, at tað er ódámligt, at vit sóu ein spíra av hesum uttan fyri Finsen í Havn hetta kvøldið.
Tey, sum skipaðu fyri uttan fyri Finsen, eru tey somu, sum skipa fyri í kvøld, tá tú skalt tala. Tú átti at sagt við tey, at hatta er ikki mátin. Tí tey hava faktiskt ikki tikið í egnum barm. Tvørturímóti – tey eru stolt av tí...
Eg giti vit eru samdir um, at tað ikki er í lagi.
Rokni við at vit eru samdur um heilt nógv, tá tað kemur til stykkis.
Góðan fund.