- Ídnaðarøkið á Hálsi í Sørvági fer nú at líkjast, tá ræður um bygningar. Talið av fyritøkum er veksandi, og nú húsast hesi feløg á økinum, Landsverk, Berg Rasmussen, Vága Bjargingarfelag, Jim S og Kristian Olsen.
Tað veit Sørvágs kommuna at siga, sum í dag hevur lagt út á sína heimasíðu kunningarskriv frá borgarstjóranum, Suna Jacobsen.
Í skrivinum verða nakrar fyritøkur í kommununi lýsar, og ein av fyritøkunum, sum verða tiknar fram, er fyritøkan hjá Jim Sonna Guttesen, sum í ár hevur 10 ár á baki.
Víst verðu á, at Jim S, sum fyritøkan kallast, bygdi fyrsta bygningin á ídnaðarøkinum á Hálsi fyri átta árum síðani. Lagt verður aftrat, at virksemi hjá felagnum hevur verið veksandi øll árini, og í 2015 vóru 10 fólk verið knýtt at fyritøkuni.
- Fyritøkan ger alt innan gólv og baðirúm hjá privatfólki umframt alt innan sama øki hjá stovnum og fyritøkum, sigur Sørvágs kommuna, sum eisini veit at siga, at Jim S í farna ári hevur lagt gólk á umleið 10.000 til 12.000 fermetrar.
Lagt verður aftrat, at Jim Sonni Guttesen samanumtikið letur væl at og sigur, at ordrabókin fyri 2016 er við at fyllast.