Orgulkonsert við Ara Hammer Joensen

Konsertin verður í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin kl.20.00. 

Milum verkini verða egin verk hjá Ara á skránni. 

 

  1. Ari Hammer Joensen – Ritornello Sálmalag: Lat hurðar upp, ger borglið breið 
  2. Ari Hammer Joensen – Partita. Sálmalag: Nú komu boð við einglum dýr 
  3. Robert Schumann – Kanon í As dur 
  4. Nikolaus Bruhns – Preludium og Fuga í E mol 
  5. Georg Böhm – Vater unser im Himmelreich 
  6. Johann Sebastian Bach – Fantasia og Fuga í G mol 

 

Ari er nýliga byrjaður á Kongaliga Musikkonservatorinum í Keypmannahavn, og er nú heima í heystfríð. Ari spælir verk, sum hann í seinastuni hevur arbeitt við á konservatorinum. 

 

Konsertin er ókeypis. Øll eru vælkomin.