ORKA á altjóða tónlistakappingini Liet International

Leygarkvøldið verður finalan í altjóða tónlistakappingini Liet International, har føroyski bólkurin ORKA umboðar Føroyar. Hetta er sjeyndu ferð, at kappingin verður hildin. Finalan verður í franska býnum Lorient, Breizh. Hon byrjar leygarkvøldið kl. 19.30 ? føroyska tíð.

 

Á heimasíðuni www.liet.nl/internationaal ber til at lurta eftir finaluni beinleiðis. Eisini ber til at atkvøða fyri besta bólkinum ella einstaklinginum.

 

Eitt dómarapanel tekur avgerð um, hvør skal vinna, men eisini áhoyrararnir sleppa at atkvøða. Ein áhoyraraprísur verður latin besta bólkinum, sum áhoyrararnir hava valt.

 

Til bar hjá einstaklingum og bólkum at senda løg til kappingina frammanundan. Fleiri løg komu úr Føroyum til kappingina og fyrireikararnir av kappingini søgdu, at støðið á føroyska tónleikinum var sera høgt.

 

Fyrireikararnir valdu føroyska bólkin ORKA til at umboða Føroyar á Liet International. ORKA luttekur við lagnum ?Rúmdardrongurin?.

 

Hetta er fyrstu ferð, at ein bólkur úr Føroyum luttekur í hesari altjóða tónlistakapping fyri minnilutamál.