Orkuískoyti og barnaansing á tingborði hósdagin

Uppskot um hægri orkuískoyti og javnseting av ansingarloysnum eru millum málini, tá Løgtingið kemur saman hósdagin.

Familjuískoyti, barnaansing og barsilsskipanin eru á dagsskránni fyri tingfundin hósdagin 10. september. Fundurin byrjar klokkan 11.

 

Uppskotið um at hækka orkuískoytið og inntøku- og ognarmørkini í lógini um familjuískoyti fær aðru viðgerð.

 

Tingfólk úr Tjóðveldi og Sjálvstýri hava lagt uppskotið fram. Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt málið og lagt álit fram. Hósdagin verður uppskotið so aftur viðgjørt í tingsalinum.

 

Eisini verður fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Jenisi av Rana og Steffani Klein Poulsen um at javnseta aðrar ansingarloysnir við kommunalu ansingarstovnarnar.

 

Talan er um eina broyting í lógini um dagstovnar og dagrøkt. Eftir fyrstu viðgerð verður málið beint í Mentanarnevndina til nærri viðgerð.

 

Fyrsta málið á dagsskránni er tó triðja viðgerð av uppskotinum um nýggju kt-skipanina til barsilsskipanina.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram. Tað snýr seg um at hækka upphæddina og leingja gildistíðina í lógini um menning av skipanini. Málið er komið til seinastu viðgerð í Løgtinginum.

 

Norðurlandasamstarvið verður eisini umrøtt. Tingið fer at hava fyrstu viðgerð av uppskoti til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2025 og frágreiðingina um virksemið hjá ráðnum sama ár.

 

Tað málið verður beint í Uttanlandsnevndina.