Slaktið verður 12. september

12. september er dagurin, har vit bjóða tær vælkomnum til tann stóra familjudagin á Vaglinum.

Tíðindaskriv:

 

Tað er líkamikið, um tú er maður ella kvinna. 0 ár ella 100 ár. Hundur ella ketta. Øll eru vælkomin til Slaktið.

Her sært tú ferðina frá livandi djóri til ein leskiligan bita á tallerkinum. Her kunnu børn og vaksin síggja, hvussu seyðir og neyt verða flett. Tú sært, hvat vit kunnu fáa nurturúr føroyskum rávørum. Og tú fært eisini ókeypis smakkiroyndir av spennandi rættum, sum okkara fantastisku kokkar borðreiða við.

So gloym alt um dýrt innkeyp, matgerð og uppvask. Tú skalt bara seta eitt stórt X í kalendaran tann 12. september, so skulu vit nokk syrgja fyri rest. Tiltakið er frá klokkan 11:00 til 16:00.