Við vaksandi orkukostnaði í húsarhaldum og óhepnum fylgjum av veðurlagsbroytingum, tá vit brenna av olju og lívrunnum evni, kunnu húsaeigarar hvør í sínum lagi gera sítt til at minka um orkunýtsluna og at avmarka veðurlagsbroytingarnar.
Av samlaðu føroysku olju- og bensinnýtsluni í 2005 á 225.000 tons fóru 42 prosent til sethús, ravmagn, akfør og flogfør. Hetta svarar til 94.360 tons - tvey tons til hvønn íbúgva ella í miðal 7 tons til hvørt húsarhaldi. Útlátið av veðurlagsgassinum Co2 var tilsamans áleið 710.000 tons í 2005. Sostatt tekna húsarhaldini seg fyri 300.000 tons, ið eru 22 tons í part ella 6,3 tons pr. fólk.
Bjálving loysir seg
Størsta orkunýtslan fer til upphiting av húsum og av vatni. Hetta svarar til í miðal 3 tons av olju til hvørt húsarhaldi, ella 36.000 kWh árliga. Við eini bústaðarvídd á í miðal 150 fermetrar, svarar hetta til 205 kWh fyri hvønn fermetur. Roknast kann við, at stórur partur av bústaðunum hava eina nógv hægri nýtslu, av tí at fleiri hús eru gomul og ikki bjálvað. Harafturat eru helst bæði gomul og nýggj hús, ið eru illa bjálvað, har gjóstur er ein trupulleiki. Hetta ger, at hitin hvørvur skjótt – serstakliga tá vindur er.
Danir meta at fimta hvørt sethús hevur tørv á eftirbjálving av útveggum. Talan er um góð 200.000 sethús. Íløgan er um 20-30.000 kr. fyri hvønn húsaeigara, sum samstundis sparir 600 litrar av olju. Sostatt hevur íløgan vunnið seg inn aftur eftir fýra til fimm árum við verandi oljukostnaði.
Gjóstur kostar
Annað álvarsmál í mun til orkutap í sethúsum er gjóstur. Her vísa royndir hjá Erhvervs- og Byggestyrelsen at eini vanlig donsk sethús missa 33 prosent av hitanum aleina vegna gjóstur, tí húsini eru ótøtt. Verða húsini tættað ber til at spara góð 20 prosent.
Hvussu standurin er í føroyskum sethúsum veit eingin. Eingi hagtøl eru at finna, ið kunnu lýsa hetta. Men roknast kann við, at vit við nógva vindinum um okkara leiðir, hava eitt enn størri orkutap aleina vegna byggifusk, vánaligar og illa gjøgnumhugsaðar byggiloysnir, tørvandi bjálving og vindeygu við stórum orkutapi.
Danmarks Statistik hevur fólka- og bústaðateljing í Føroyum frá 1970. Tá eru 9.619 sethús, harav um 7.000 hava oljufýr og restin brenniovn, petroleumsbrennara og annað. Við í miðal 3,5 fólk fyri hvørt húski, eru 70 prosent av búeindunum 40 ár og eldri. Hetta kundi bent á, at støðan á sethúsamarknaðinum er nógv verri enn roknað verður við.
Rútar og útlufting
Sum sagt, er fyrst og fremst neyðugt við betri bjálving. Kortini skal gjóstur fáast burtur fyrst. Gjóstur er ofta kring vindeygu, úthurðar og veggir, við sokkul, gólv og útveggir, har ventilar sita og har kaðalir verða førdir gjøgnum guvubyrging. Lættast er at bjálvað loftið. Til dømis við ber til at spara 500 litrar av olju árliga, við at nýta 25 cm bjálving. Vanliga halda termorútar í umleið 20 ár. Stór sparing fæst við at skifta til orkurút við A-merki, eisini sum termoglas. Um eitt nú 20 fermetrar verða skiftir út, fæst ein sparing á umleið 180 litrar av olju. Stórt hitatap fer fram gjøgnum sprossarnar í sprossavindeygum. Her fæst besta úrslitið við at seta forsatsvindeygu við orkuglasi á innsíðu á vindeygarammuna. Hús skulu vera tøtt, men kortini er týðandi, at lufta út, so væta sleppur út.
Best er at lufta út 10-15minuttir eftir nýtslu. Til dømis í sovikamarinum um morgunin og í køkinum eftir matgerð. Tá eigur altíð at verða sløkt fyri hitanum fyri at sleppa undan hitamissi. Vætustigið í sethúsum skal verða um 40 prosent, og kann ein vætumátari nýtast til at eftirkannað støðuna.
Aðrar hitasparingar
Sparast kann eisini um oljunýtsluna, við at seta sólorku á tekjuna og/ella at seta upp luft til luft, ella luft til vatn hitapumpu. Týdningarmikið er, at rættur útbúnaður verður nýttur. Her er vert at nevna, at orkutapið er lítið og einki í vakumrørum til sólorku, í mun til vanligu skipanir við rúti. Harnæst geva vakumrørini eisini hita í vanligum dagsljósið. Seks fermetrar av vakumsólorka, sett upp í beinan sunnan við hall á um 40 stig, framleiða tað, ið svarar til um 400 litur av olju.
Luft til luft hitapumpur hóska væl sum ískoyti til oljufýr og ketil. Um tú hugsar um at keypa nýggjan ketil, er tað ein betri loysn at seta upp luft til vatn hitapumpu, ið kann veita bæði rúmhita og heitt brúksvatn.
Taka vit eini 120 fermetrar stór væl bjálvað sethús við A-merktum orkurútum, har orkunýtslan er 150 kWh fyri hvønn fermeturin, nýtir ein “luft til vatn” hitapumpa við nýtslustig 3,0 umleið 6.000 kWh ravmagn um árið. Hetta svarar til 8.325 kr. Um ravmagnið er frá varandi orkuframleiðslu – ikki dieselorku – er talan um Co2 fríða framleiðslu. Jørð- til vatn hitapumpur draga hitan úr jørðini og kunnu tí hava óheppin árin á gróðurin.
Orkumerking til ávísa orkunýtslu
Tey krøv sett verða í byggisamtyktum til orkunýtslu í sethúsum og øðrum bygningum eru á ongan hátt brúkilig til dagsins samfelag. Oljukostnaðurin hækkar komandi ár, samstundis sum at brenning av olju og bensini hevur við sær økt útlát av veðurlagsgassum.
Londini kring okkum arbeiða miðvíst við tiltøkum at minka um oljunýtsluna og av lívrunnum evnum. ES hevur hert reglurnar fyri øll limalondini, soleiðis at til dømis danir við dagførdu byggisamtyktini seta stórar avmarkingar fyri orkunýtsluna. Áðrenn byggiloyvi fæst til eini sethús á til dømis 120 fermetrar, skal skjalprógvast at samlaða orkunýtslan til hita og heitt vatn, ventilatión, sirkulatiónspumpur og oannað er ikki hægri enn 88,3 kWh fyri hvønn fermetur árliga. Longu í 2010 verður hetta kravið hert uppaftur meira, soleiðis at markið tá verður 63,3 kWh. Her hjá okkum er miðal nýtslan um 200 kWh fyri hvønn fermetur árliga. So her er ein stór avbjóðing hjá myndugleikunum at fara undir. Eisini tá boðað er frá, at Kyoto sáttmálin skal setast í gildi – og at farið verður til næsta ST-veðurlagsfundin í Keypmannahavn í 2009.
--
OBS: SIMONA!! TÚ VELUR BARA SJÀLV HVØRJAR MYNDIR RIGGA / PASSA:
Myndatekstur til húsini:
Hetta húsið varð bygt í Danmark í 2007. Húsið er 82 fermetrar og einans útgjørt við sólorku og brenniovni til upphiting og brúksvatn. Útveggir og tekja eru bjálvað við 40 cm træull. Gólvið er bjálvað við 30 cm. Harumframt eru A-merktir orkurútar, sum hava eitt U-virði á 1,0. Kuldabrýr eru sera avmarkaðar við brúkta byggihátti. Vindeyguni venda í mestan mun í ein sunnan fyri at gagnnýta passivu sólorkuna. Árliga orkunýtlan er 71,4 kWh fyri hvønn fermetur. Harav standa rúmhiti og heitt vatn fyri 31,1 kWh fermeturin áliga, sum svarar til eina árliga oljunýtslu á 255 litrar. Kostnaðurin fyri eini slík lyklaklár hús er 1,2 milliónir krónur í Danmark, umframt grundøkið.
--