Tað var aftur í dag framúr reklama fyri føroyskan kappróður, tá ið 10-mannaførini kappaðust á fjarðastevnu í Vestmanna.
Klaksvíkingur, sum undanfarnu nógvu árini hevur vunnið so nógv, er í ár ikki kappingarførur. Tað var meiri enn fyrr í ár staðfest í sólini í Vestmanna, tá ið Klaksvíkingur longu í startinum smokkaði og síðani var fleiri bátslongdir aftanfyri teir báðar bátarnar úr høvduðsstaðnum.
Havnarbáturin sprakk avstað, og tá ið startspurturin var av, hevði Havnarbáturin vunnið seg tað mesta av einari hálvari bátslongd undan framum Ormin Langa.
So broyttist myndin soleiðis, at hon minti heilt nógv um tað, sum gekk fyri seg á jóansøku.
Ormurin Langi tók seg smátt um smátt fram, og fjarstøðan fram til drekastevnið minkaði stútt og støðugt.
Í endaspurtinum vóru teir á Orminum Langa teir drúgvaru, og Ormurin Langi fór um málið í tíðini 04.16.00, meðan tíðin hjá Havnarbátinum var 04.16.20.
Nú tað resta tríggjar kappingar, er Ormurin Langi FM favorittur við 27 stigum, meðan Havnarbáturin hevur 25 stig.
| 1 | Ormurin Langi (RK) | 04:16.00 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Havnarbáturin (HR) | 04:16.20 | +00.40 | 6 | ||
| 3 | Klaksvíkingur (KRF) | 04:24.46 | +08.92 | 5rsf.fo |
| 1 | Ormurin Langi (RK) | 4 | 27 | ||
| 2 | Havnarbáturin (HR) | 4 | 25 | ||
| 3 | Klaksvíkingur (KRF) | 4 | 20 |
rsf.fo










