Ormurin Langi var í stórum stíli

Veteranarnir í Knørrafelagnum settu av álvara klaksvíkingar upp á pláss í dag

Tað vendi heilt øðrvísi í dag, enn tað hevur gjørt fýra tær undanfarnu ferðirnar, tá ið 10-mannaførini kappaðust.

Klaksvíkingur hevði vunnið allar fýra kappingarnar, men í dag bar ikki til hjá klaksvíkingum.

Ormurin Langi, sum seinastu ferðirnar hevur verið næsti avbjóðarin, og sum hevur verið alt nærri Klaksvíkingi, gjørdi av álvara bart.

Ormurin Langi legði bragdliga fyri. Talan var tó ikki um startspurt, sum vísti á greiðan favoritt. Klaksvíkingur og Drekin Reyði fylgdu væl við, men tá ið startspurturin var av, kendist tað sum um, at tøkini hjá Orminum Langa munaðu betri, enn tey munaðu hjá avbjóðarunum.

 

Stútt og støðugt fór Ormurin Langi frá kappingarneytunum. Spurningurin var heldur, um Klaksvíkingur fór at megna at halda tørn um næstfremsta plássið, enn um hann fór at taka Ormin Langa.

 

Tá ið Ormurin Langi fór um málstrikuna var tað leyst aftur til Klaksvíking, sum var eina hálva bátslongd fremri enn Drekin Reyði, ið vann sera tætta kapping um triðja plássið við Havnarbátin.

 

1 Ormurin Langi 04.24.13

2 Klaksvíkingur 04.27.10

3 Drekin Reyði 04.29.10

4 Havnarbáturin 04.29.34

 

FM støðan

1 Klaksvíkingur 34

2 Ormurin Langi 29

3 Drekin Reyði 27

4 Havnarbáturin 20