Ósá: Nú er týdningarmikið at enda árið við einum steypasigri (FM1)

(FM1) Hoyr spontanu samrøðuna FM1 hevði við Jákup Ósá í spontanu "Triðja Hálvleik" sendingini í kvøld

##med2##

 

FM1 hevði eina spontana "Triðja Hálvleik" sending, tá tað var staðfest, at KÍ er føroyameistari í Betrideildini hjá monnum 2022.

 

Millum teir sum vóru beinleiðis ígjøgnum var Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum.

 

Jákup heldur, at FM-gullið hjá KÍ var endurvunnið við góðum liðavrikum og ikki minst einari sterkari verju, meðan tað í fjør var ein meira sterkur offensivur, ið merkti avrikið hjá KÍ.

 

Jákup staðfestir, at skal árið hjá KÍ enda optimalt, so er týdningarmikið at vinna steypakappingina.

 

Jákup væntar, at um KÍ verður styrkismett og møtir einum veikari meistaraliði, so eru líkindini at vinna seg í eitt bólkaspæl heilt góð hjá KÍ komandi summar.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Jákup Ósá. 

 

Samrøða: Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum

Samrøða: Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum