Ósamanhangandi Trump røða góð tíðindi fyri demokratarnar

Miðlar: "Ósamanhangandi og margháttliga" røðan er prógv um, at einki kann broyta Donald Trump, stendur at lesa í klummuni.

David Axelrod, sum var ráðgevi hjá Barack Obama, forseta, sigur í CNN, at røðan hjá Trump er góð tíðindi fyri demokratarnar. - Mynd: Spencer Platt/Ritzau Scanpix

Republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, byrjaði røðu sína á stevnuni hjá flokkinum hósdagin við einum djúpt persónligum og rørandi vitnisburði um morðroyndina leygardagin.

Men sjálvt um frágreiðingin var einum fyrrverandi forsetavalevni verdug, so kann sjálvt ein roynd at drepa Trump ikki broyta, hvør hann er.

Soleiðis ljóðar tað í klummu í miðlinum Politico.

- Fleiri republikanarar hava ført fram, at drápsroyndin hevur broytt Trump. Valstríðið hjá Trump lovaði eina stevnu, sum skuldi eggja til samanhald. Sjálvur segði Trump, at hann broytti sína upprunarøðu og at hann als ikki vildi nevna mótstøðumannin, Joe Biden forseta, stendur at lesa.

- Einki av tí var satt. Trump kann ikki lata vera.

Í Politico verður røðan kallað "ósamanhangandi og margháttlig" og prógv um, at morðroyndin á ongan hátt hevur fingið Trump at reflektera.

Ein høvundur frá The New York Times ger eisini vart við, at Trump skjótt slepti øllum práti um samanhald.

- Í dag sóu vit 2020 útgávuna av Trump, sum møsnaði, roksaði og tosaði meira um seg sjálvan enn um veljararnar, stendur í henni.

- Tann útgávan av Trump tapti fyri fýra árum síðani. Eftir hóskvøldið sat eg við kensluni av, at óansæð hvønn demokratarnir stilla upp, so kunnu teir basa honum.

Eftir røðuna verða amerikanskir veljarar ávaraðir móti Trump í eini fráboðan frá formanninum í demokratisku landsnevndini (DNC), Jaime Harrison.

- Donald Trump minnir amerikanarar á, hví teir atkvøddu hann út fyri fýra árum síðani - tí hann leggur einki í arbeiðarastættina. Hann hugsar bara um seg sjálvan, sambært miðlinum The Guardian.

David Axelrod, sum var ráðgevi hjá Barack Obama, forseta, sigur í CNN, at røðan hjá Trump er góð tíðindi fyri kreppuraktu mótstøðufólkini í Demokratiska flokkinum.

- Hetta er tað besta, sum er hent demokratunum seinastu tríggjar vikurnar, verður sagt.

/ritzau/

 

David Axelrod, sum var ráðgevi hjá Barack Obama, forseta, sigur í CNN, at røðan hjá Trump er góð tíðindi fyri demokratarnar. - Mynd: Spencer Platt/Ritzau Scanpix