Ósbjørn vitjar aftur á slóðina

Hóskvøldið 6. mars klokkan 19 verður almenn kvøldseta í Studentaskúlanum á Kambsdali

Í annaðkvøld, hóskvøldið 6. mars, verður kvøldseta í Studentaskúlanum á Kambsdali. Talan er um hugnaligt alment tiltak, sum er á skránni hvørt ár um hesa tíðina

 

Hesa ferð fer Ósbjørn Jacobsen, sum er fyrrverandi næmingur á studentaskúlanum, at greiða frá arbeiði sínum og leið síni síðani studenaskúlatíðina.

 

Ósbjørn hevur, síðani hann gjørdist arkitektur fyri nøkrum árum síðani, starvast hjá kenda arkitektafelagnum Henning Larsen í Danmark. Har hevur hann longu havt nógvar spennandi arbeiðsuppgávur. Millum annað hevur hann staðið fyri arbeiðnum at byggja stásiliga konserthúsið, Hørpu, í Reykjavík. Harpa hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir innan slóðbrótandi byggilist.

 

Júst hesum døgum letur Ósbjørn upp teknistovu í Føroyum í tøttum samstarvi við Henning Larsen arkitektar, og á kvøldsetuni í annaðkvøld fer hann altso at greiða frá yrkisleið síni og at minnast aftur á tíðin, tá ið hann gekk í studentaskúlanum.

 

Á skránni verða eisini sangur, tónleikur, framløgur og framførslur hjá næmingum, sum hava tónleik, miðlakunnleika, lívfrøði og evnafrøði. Eisini fara næmingar at sýna fram málningar, sum teir sjálvir hava málið. Kvøldsetan verður klokkan 19, od dyrnar lata upp klokkan 18.30.

 

Í steðginum verður høvi at keypa kaffi og køku frá næmingum, sum savna pengar til námsferðir.

 

Lestarvegleiðararnir, Hanna Jensen og Óli Wolles, verða eisini at hitta í sambandi við, at freistin at søkja inn á studentaskúlan og HF-skeiðið er í komandi viku.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin - eisini gamlir næmingar og komandi næmingar, sum umhugsa at søkja inn á skúlan, verður sagt frá Studentaskúlanum á Kambsdali.