Oskar og ljósareyða kvinnan

Einmansleikur í Norðurlandahúsinum

Oskar er 10 ára gamal og hevur krabbamein. Hann ger sær tankar um, hvussu ein skal liva lívið og læra at verða lívslistafólk. Hetta er kjarnin í sjónleikinum Oskar og ljósareyða kvinnan, sum verður spældur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Leikurin er skrivaður av franska heimsspekinginum og dramatikaranum, EricEmmanuel Schmitt. Danska sjónleikarinnan, Pia Rosenbaum, framførir leikin.

Oskar og ljósareyða kvinnan
Norðurlandahúsið í Havn
Leygarkvøldið 26/10 kl. 19.30