Umleið 2002 avrøddi stóri danski mjólkarframleiðarin Arla at stovna eina deild, sum burturav skuldi framleiða dygdarostar og at sleppa sær upp í fyrstu røð í nýggja gastronomiska rákinum í Danmark og Skandinavia.
Leiðarin av hesi deild, sum fekk navnið Arla Unika, gjørdist John Gynther. Væl hevur borið til hjá John Gynther og Arla Unika, og allar tær fremstu matstovurnar i Danmark og Svøriki nýta Arla Unika ostar. Eisini er Arla Unika við í øllum kappingum og gastronomiskum frambrotum í Danmark.
Tá John Gynther frætti um væleydnaðu royndirnar at turka skinku í Føroyum fekk hann í lag at turka ostar í Føroyum, og væl hevur borið til. Hann harmast um, at okkara ES-skipan ger, at hesir ostar ikki kunnu útflytast úr Føroyum til ES, har stórur marknaður er fyri slíkum ostum.
John Gynther er eisni óførur Føroya ambassadørur og stuðlar føroyskum gastronomiskum áhugamálum.
Fríggjakvøldið 8. november verður Arla Unika-kvøld á Fútastovu, har John Gynther fer at borðreiða við nøkrum av sínum bestu ostum og saman við John Mikkelsen, sommelieri, at seta góð vín afturvið.