Í blaðhúsunum úti á Argjum hevur Sosialurin fast internetsamband. Tað merkir, at okkum ikki nýtist at ringja til telefonverkið, hvørja ferð vit skulu á netið. Men tað skulu blaðmenn okkara, ið starvast á redaktiónunum í Suðri og í Klaksvík. Men í dag (hósdagin) eins og í gjár, hevur sambandið svikið illa, og hava vit tí fingið tilfarið til blaðið gjøgnum vanliga telefonsambandið.
Men tá ikki sleppa út á netið, fáa teir ikki lagt tilfarið út.
Vit vænta, at hetta kemur í rættlag seinni í kvøld - og tá verður m. a. ítrótturin í blaðnum.
Sosialurin