Óstøðugt veður komandi dagarnar

Veðrið næstu dagarnar verður heldur óstøðugt.

 

Í morgin kunnu vit vænta nakað av ælingi, men eisini sólglottar. Tað verður rættiliga lýtt, tí hitin fer at liggja millum 12 og 15 hitastig.

 

Hósdagin verður turt og hitin verður millum 12 og 15 stig.

 

Leygardagurin verður hampiligur, men vit kunnu vænta regn ella æling seinnapartin.

 

Hoyr veðurmannin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðrinum við at trýsta á pílin undir myndini.