Ótrúliga strævin ferð

Hetta var strævið, sigur Alfred Olsen, nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum er afturkomin av ferð í Kina


Hetta var ótrúliga strævið, men eg vóni, at tíðin fer at vísa, at vit esini fingu nakað burtur úr.

 

Tað sigur Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum.

 

Síðsta fríggjadag fór Vinnunevndin úr Føroyum, heilt til Kina á kunningarferð og í gjárkvøldið kom føroyska ferðalagið aftur til Keypmannahavnar.

 

Alfred Olsen sigur, at tað var rættiliga nógv á skránni á ferðini.

 

Hann sigur, at ferðin var góð, men um nakað er komið burtur úr, ferð bara tíðin at vísa, sigur hann.

 

- Tað er ringt at siga nakað ítøkiligt beint nú, tað fer at vísa seg sum frálíður, sigur hann.

 

Men hann sigur, at kinesarar vita væl um Føroyar.

 

- Eitt nú eru Føroyar størri útflytari av laksi til kinesiska marknaðin og tað eru kinesarar fullgreiðir yvir, sigur Alfred Olsen.

 

Hann sigur eisini, at kinesarar vístu seg at vera áhugaðir at styrkja samvinnuna við Føroyar.

 

Alfred Olsen vil ikki nevna nakað ávíst á ferðini, sum serliga hevur hugtikið hann.

 

Men nú Vinnunevndin kemur heim aftur, fer hon at taka samanum ferðina, leggur hann afturat.

 

Formaðurin í Vinnunevndini sigur, at á ferðini hevur Vinnunevndin vitjað politiskar myndugleikar, umframt at hon hevur kunnað seg um landbúnað, fiskivinnu, varðandi orku og ferðavinnu.

 

Í hesum sambandi hitti Vinnunevndin umboð fyri donsku sendistovuna í Beijing og danska útflutningsráðið í Kina, umframt danska vinnuráðið í Kina, Norsku sendistovuna og íslendsku sendistovuni í Beijing.

 

Eitt evni, sum Vinnunevndin legði stóran dent á, var at kunna seg um gongdina at menna varandi orkukeldur í Kina.

 

Í tí sambandi skuldi Vinnunevndin at vitja fyritøkur og stovnar í Kina, sum fáast við varandi orku.

 

Somuleiðis hitti vinnunevndin fiskivinnufelagið í Kina, sum er eitt meginfelag fyri alla fiskivinnu í Kina og tey vitjaðu eisini Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í Kina.

 

Føroyska sendinevndin fekk eisini høvi at vitja tingið í Kina, the National People's Congress, sum gongur fyri at vera størsta ting í heimi við næstan 3.000 limum.

 

Somuleiðis vitjaði Vinnunevndin kinesiska landbúnaðarráðið, sum eisini hevur aling undir sær, umframt vinnumálaráðið og handilsmálaráðið.

 

Men vinnunevndin hevði eisini ferðavinnuna í tonkunum og tískil vitjaðu tey eisini kinesisku ferðavinnuskrivstovuna, sum er tann stovnurin, sum skipar fyri ferðum úr Kina í onnur lond, umframt Ferðaráðið í Kina.

 

Alfred Olsen siur, at eitt endamál við ferðini var at marknaðarføra Føroyar í Kina og vísa føroyingar fram fyri teimum stovnum, myndugleikum, ráðum og felagsskapum, vit samstarva við.

 

- Vit vóna, at hetta kann gera sítt til, at tað verður lættari hjá  føroyskum fyritøkum at fáa útflutning til Kina í lag og at tað fer at lætta um samskiftið ímillum bæði londini.

 

- Kina er ein veldugur marknaður, so vit vóna, at ferðin kann vera við til at leggja støðið fyri enn størri útflutningi til hetta risaveldið, sigur Alfred Olsen.