Guvernørurin í amerikanska statinum New York setti fríggjadagin eina meira enn 100 ára gamla lóg úr gildi, sum gjørdi tað ólógligt at vera hjúnafelaga sínum ótrúgvur.
Hetta skrivar tíðindastovan AP.
Tað var demokratiski guvernørurin, Kathy Hochul, sum skrivaði undir eitt lógaruppskot um at seta lógina úr gildi. Hon hevur verið til síðani 1907 og hevur leingi verið mett bæði at vera ótíðarhóskandi og trupul at umsita.
- Hesi málini eiga týðiliga at verða avgreidd av fólkinum sjálvum og ikki av okkara revsirættarskipan. - Latið okkum sleppa av við hesa býttu, ótíðarhóskandi lógina einaferð fyri allar, segði hon.
Tað er ólógligt at vera ótrúgvur í fleiri amerikanskum statum.
Lógin í New York varð sett í gildi fyri at gera tað truplari at fáa hjúnaskilnað. Tá lógin varð sett í gildi, kundi tú bara fáa hjúnaskilnað við at prógva, at hjúnafelagin hevði verið ótrúgvur.
New York hevur definerað hórdóm sum, "tá ein persónur hevur kynsligan samlegu við ein annan persón, í eini tíð, tá hann hevur ein livandi hjúnafelaga ella hin persónurin hevur ein livandi hjúnafelaga".
Sambært einari grein í The New York Times varð lógin fyrstu ferð brúkt nakrar vikur eftir, at hon kom í gildi. Her vórðu ein giftur maður og ein 25 ára gomul kvinna handtikin.
Sambært AP varð lógin seinast brúkt í New York í 2010, tá ein kvinna varð handtikin, meðan hon hevði sex í eini park. Ákæran um ótrúskap varð seinni slept sum partur av semju.
Sambært Charles Lavine, sum er limur í lóggávutinginum í New York, hava umleið tíggju fólk verið ákærd fyri brot á lógina síðani 1970-árini. Bara fimm av teimum málunum endaðu við dómum.
New York mundi sett lógina úr gildi í 1960-árunum. Ein statsnevnd hevði fingið til uppgávu at meta um lógina og kom til ta niðurstøðu, at hon var næstan ógjørlig at umsita.
Men ein politikari vísti á, at ein avtøka fór at fáa tað at síggja út sum um, at staturin alment stuðlaði hórdómi. Sambært AP stendur hetta í eini grein frá The New York Times frá 1965.
/Ritzau/