Bild am Sonntag endurgóvu um vikuskifti tað, sum taluskrivarin umborð á GermanWings flogfarinum hevði tikið upp. Ljóðbrotini geva eina mynd av seinasta hálva tímanum hjá teimum 150 fólkunum umborð.
Týska blaðið skrivar, at flogarið var seinkað til Barcelona, og at tískil náddu flogskipararnir ikki á vesi, áðrenn teir máttu seta kós móti Düsseldorf aftur.
Komnir upp í vanliga floghædd sigur skiparin, Patrick Sonderheimer, við stýrimannin, Andreas Lubitz, at hann má taka ræðið av flogfarinum nú. Síðani hoyrist, at ein stólur verður skumpaður aftur og ein hurð ferð í lás.
Stutt eftir hetta, leggur flogleiðslan á flogvøllinum í Marseille í Frankaríki merki til, at GermanWings flogfarið missir hædd. Teir royna at fáa samband við flogfari, men einki svar er at fáa. Stutt seinni boðar ávaringarskipanin umborð frá, at flogfarið missir hædd.
Tá hoyrast brádliga hørð sløg á hurðina, og skiparin stendur uttan fyri og rópar.
- Fyri Guds skyld, opna hurðina. Í bakgrundini hoyra vit ferðafólkini rópa, skrivar blaðið.
Fleiri ávaringarljóð ljóða úr stýrhúsinum, ein ávaring, sum skal fáa flogskipararnar, at venda nøsini á flogfarinum uppeftir. Á taluskrivaranum hoyrast eisini ljóð frá hurðini, allarhelst eru tað ljóðini frá, tá skiparin roynir at bróta seg inn í stýrhúsið við øks.
So hoyrist skiparin rópa:
- Opna so hesa helvitis hurðina.
Klokkan 10.40 hoyrist ljóðið av einum veingi, sum rakar fjallasíðuna, umframt neyðarróp frá ferðafólkunum. So verður kvirt.
Flogfarið renir á fjallasíðuna við eini ferð á 700 kilometrar um tíman. Øll umborð doyggja í stundini. Stoyturin er so harður og fer so illa við flogarinum og ferðafólkunum, at ikki eitt lík er funnið í heilum líki enn.
Bild am Sonntag skrivar eisini, at daman hjá Andreas Lubitz var við barn, meðan bretska Mail on Sunday skrivar, at hon stutt framman undan var farin frá týska flogskiparanum.
Undir kanningararbeiðinum hevur týska løgreglan avdúkað, at maðurin hevur havt sálarligar trupulleikar av einum hvørjum slag. Heima hjá manninum fann løgreglan fleiri sundurrivnar sjúkraváttanir, sum bendir á, at flogskiparin duldi fyri arbeiðsgevaranum, at hann ikki varð egnaður at flúgva í løtuni.
Sambært kanningarleiðaranum skal Andreas Lubitz hava borið ótta fyri, at hann var um at gerast blindur. Enn er óvist, um hetta var ein verulig hóttan, ella um tað var sinnissjúkan hjá flogskiparanum, sum gjørdi, at hann helt hetta.
Líkamikið, so varð hetta ein álvarsom hóttan móti barndómsdreymi hansara, um ein dagin at flúgva fyri Lufthansa.
Statsadvokaturin í Düsseldorf hevur seinnapartin í dag kunngjørt, at Andreas Lubitz fekk viðgerð fyri sjálvmorðstankar í fleiri ár, innan hann byrjaði at læra til flogskipara í 2008. Statsadvokaturin sigur tó eisini, at sjúkraváttanirnar, sum vóru funnar heima hjá manninum, og sum vóru dagfestar sama dag sum flogvanlukkan, einki høvdu við sjálvmorðshugsanir at gera.