Óttast at vera sett til viks

KRIS fegnast um heildarætlanina, men bera ótta fyri, at KRIS, við 15 ára royndum á økinum, nú verður settur til viks.

Gvøðbjørg West, dagligur leiðari í KRIS, sigur, at tey fegnast um heildarætlanina, og at fleiri góð átøk er millum uppskotini.

 

Tó eru tey eitt sindur bangin fyri, at felagsskapurin sjálvur nú verður settur út á síðulinjuna. Í heildarætlanini verður nevniliga stórur dentur lagdur á, at tað skulu verða løggildir sálarfrøðingar, ið viðgera og taka sær av bæði teimum fremja kynsligan ágang og offur teirra.

- Vit hava 15 ára royndir innan øki, men nú er líkt til, at vit vera sett á síðulinjuna, tí vit ikki eru løggildir sálarfrøðingar, sigur Gvøðbjørg West.

 

Hon vísir á, at KRIS var fyrsti felagsskapurin, sum veruliga setti spurningin um kynsligan ágang á breddan, og at neyvan hevur nakar somu royndir sum tey, tá tað kemur til at arbeiða við fólki, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi.

- Ein stórur partur av kunningargrundarlagnum undir heildarætlanini er tilfar, sum KRIS hevur samlað saman. Hetta er vitan og royndir, sum vit hava tilegnt okkum í 15 ár. Inntil nú, so hava offur fyri kynsligum ágangi onga aðrastaðni havt at venda sær, enn til okkara. Tì harmar tað okkum, at heildarætlanin nú leggur upp til, at einans løggildir sálarfrøðingar skulu kunna veita teimum, ið hava seinárin av kynsligum ágangi hjálp, sigur Gvøðbjørg West.

 

Gvøðbjørg West sigur, at í KRIS hava tey fólk við nógvum ymiskum førleikum, ið kunnu taka sær av teimum, ið søkja hjálp.

- Vit megna at møta fólki, har tey eru. Vit seta ikki diagnosur á tey, men vit hjálpa teimum at taka næstu fetini víðari. Okkara lívsroyndir síggjast ikki aftur á pappírinum, men úrslitini seinastu árini vísa, at okkara arbeiði ger mun, sigur hon.

 

Dagligi leiðarin í KRIS ivast eisini í, hvønn mun hesir 12 tímarnir av viðgerð, sum heildarætlanin leggur upp til, gera.

- 12 tímar er ikki øll verðin. Talan er um at byggja eitt álitisforhold, og tað fer kanska avstað við nógvu fyrstu tímunum. Um tann, ið hevur verið fyri ágangi so megnar at opna seg, so er spurningurin, um nokk tímar eru eftir, til veruliga at taka sær av trupulleikanum. Hvat nyttar tað tá, at fara til sálarfrøðing, um tú ikki fær ta hjálp, tær tørvar, sigur hon.

 

- Vit eru ikki løggildigir sálarfrøðingar, men vit hava 15 ára royndir við at arbeiða við seinárinum av kynsligum ágangi, sigur Gvøðbjørg West.