Óttin fyri kríggi

Hóast poetisk, er lýsingin av einabúgvanum ótilgjørd, rá og ómild. Júst tí verða vit nomin av, hvussu aktuellur og viðkomandi lítillætni filmurin er júst í okkara tíð, nú allir miðlar hvønn dag hava kríggj og kreppu ovast á breddanum

Frá Filmsfelagnum:

 

Óttin fyri kríggi

 

Í nýggja svarthvíta svenska spælifilminum, "Värn", eru vit í fyrstu sjeytiárunum. Kalda kríggið er í hæddini, og við støði í bóklinginum "Om kriget kommer", ið stjórnin hevur givið út síðan 1943, fer bønarmaðurin og einabúgvin, Karl-Göran (Denis Lavant), at tryggja bústaðin.

 

Leingi hevur hann savnað jarn og annað burturkast, sum hann nú lagar fyri húsið og ger eitt verndarvirki, skuldi kríggið brostið á her um leiðir.

 

Maniska savnaralyndi verður á poetiskan hátt hildið upp móti fábroytta gerandislívinum á bygd í teim vakrastu svørthvítu myndum.

 

Hóast poetisk, er lýsingin av einabúgvanum ótilgjørd, rá og ómild. Júst tí verða vit nomin av, hvussu aktuellur og viðkomandi lítillætni filmurin er júst í okkara tíð, nú allir miðlar hvønn dag hava kríggj og kreppu ovast á breddanum og harvið seta karm um okkara gerandisprát.

 

3/6 kl 20:00 Vernd (Värn, John Skoog Svøríki 2026 85 min)