Óli Jacobsen
----
Tað sigur nakað um hvussu umstøðurnar vóru í Føroyum, tá ið hugt verður eftir aldursbýtinum á teimum deyðu á Svínaryggi.
Í 1921 doyr tann bara 17 ára gamli Poul Otto Sigurd Henning Hansen, og hann fær sum ein av teimum fáu gravstein. Hetta ár eru 38 persónar jarðaðir á Svínaryggi. 11 av hesum eru undir 10 ár, teir flestu nýføðingar, 3 eru 10-20 ár, 4 20-30 ár og 4 vóru 30-40 ár. Tað eru bara 6, sum vóru 70 ár ella meira. Tey flestu eru havnarfólk, men fleiri bygdarfólk, sum eru deyð á Sanatoriinum, eru eisini jarðað í Havn.
Otto var føddur 8. juli 1903. Mamman var Karin Helena Christina Hansen. Hon var fødd í 1883 í Kirkjubø.
Foreldur hennara vóru Súsanna Maria Joensen (1859-1934) av Argjaboða og Poul Hansen, (1860-1941) føddur í Havn.
Poul var í ætt við teir við Stein í Havn. Hann var uppsitari á Hornagarðinum eina tíð, men tá ið telegrafurin kom til Føroya í 1906, gjørdist hann Føroya fyrsta telegrafboð. Hetta starv hevði hann so leingi, hann var mentur at ganga við telegrammum. Tá búðu tey í Rættará.
Karlena, sum hon var kallað, var bara 19 ár, tá ið hon kom fyri barn við Carl Larsen, sum var yvirmaður á danska verjuskipinum Beskytteren. Heilt leyst hevur sambandið ikki verið, tí okkurt samband var við Carl seinni.
Karlena fór seinni til Danmarkar, har hon doyði í 1949. Hon vildi hava sonin, Otto, við sær, men pápi hennara, Poul, vildi ikki lata dreingin fara, so hann var eftir hjá ommuni og abbanum í Havn. Otto fekk eina ringa hálsasjúku, og hon var Otto at bana.
Ein mammubeiggi var Óli Jákup, tey vóru bara tvey systkin. Óli Jákup var gróthøggari, og hann gjørdi ein stein til Otto. Helst man Óla Jákup hava gjørt teir gravsteinar í kirkjugarðinum, sum líkjast hesum.
Um Óla Jákup í Horni
Óla Jákup í Horni var ein av okkara fremsta tónleikarum. Hann og Petur Alberg, sum m.a. gjørdi lagið til tjóðsangin, vóru javngamlir og búðu í sama grannalagnum. Teir vóru eisni vinir, og ikki minst høvdu teir tónleikin til felags.
Dimmalætting hevði tann 15.12 1945 soljóðandi grein:
“Fyrsta páskadag í ár fylti ein vælkendur havnarmaður – Óla Jákup Hansen – 60 ár.
Hann er ein lítillátin og stillur maður, og stór eru hansara musikalsku evnir. Tíðum hevur verið heitt á hann bæði í sorg og gleði, og soleiðis kom hann at virka millum fólkið í okkara bý.
Georg Hansen – Bager Hansen, sum hann var nevndur – hevði stórt hegni til at uppala tey musikalskiu evnini hjá ungdóminum í okkara býi, og Óla Jákup Hansen var ein av hansara evnaligastu næmingum og kom tí skjótt at taka lut í musikkyrki. Har útlendskur dansur fór fram, var Óla Jákup Hansen ein hin hollasti í orkestrinum, og tá ið Georg Hansen vegna elli gav alt frá sær, var tað Óla Jákup, ið saman við øðrum førdi orkestrið víðari.
Við brúðarvígslur og gravferðir varð ongantíð heitt forgevis á hann sum sangara.
Tá ið eg fyri 42 árum síðani varð settur organistur við Havnar kirkju, kom eg at kenna Óla Jákup Hansen sum hornblásara. Kongaligi kapelmusikari Peter Andersen, [systirsonur gamla Restorff, fyrr umrøddur í hesi røð], stuðlaði mær at halda kirkjukonsert, og her komu vit tríggir at spæla eina trio saman.
Seinni komu Óla Jákup Hansen og eg at arbeiða nógv saman við kórsangi – serliga í Havnar Sangfelag. Óla Jákup var sera beinasamur at arbeiða saman við.
Í teimum seinastu 50 árunum eru fleiri og fleiri yrkjarar komnir fram í Føroyum, og tí kom spurningurin fyri, um nakar var, ið kundi skapa løg til teir nógvu vøkru fosturlandssangirnar, ið vóru uttan løg og tí ikki kundu syngjast. Eitt er at gera eitt lag, men eitt annað er at skapa eina skilagóða musikalska heild. Her hevur Óla Jákup verið heppin. Í “Prúða land mítt” er lagrørslan so góð sum hjá lærdum tónaskaldi - ein føroyskur dámur er yvir hetta lag, og tað verður nógv sungið.
Tað er spell, at Óla Jákup Hansen ikki á ungum árum fekk høvi til at sleppa uttanlands at læra, so vit kundu fáa fulla gleði av hansara evnum. Her er tað tíverri soleiðis, at teir ungu mugu royna so skjótt sum gjørligt at fáa sær praktisk arbeiði og neyvan fáa fulla nyttu av teimum gávum, skaparin gav.
Umframt at vera musikari er Óla Jákup Hansen ein sera dugnaligur grótsmiður, og vakrir eru teir steinar, ið hann hevur høgt.
Havnarfólk høvdu fegin viljað heiðrað hann á 60 ára degnum, um tey høvdu vitað av tí. Tey høvdu viljað borið fram tøkk fyri, at hann uttan viðurgjald hevur sungið við kirkjuligar samkomur, serliga við gravarferðir.
Føroya fólk skyldar honum stóra tøkk fyri hansara vøkru løg, sum nú eru fólkaogn.
Óla Jákup Hansen er nú komin meira burtur úr musikkstarvinum. Honum dámar vist lítið alt hetta nýggja, sum vil køva gamla føroyska mentan, men frílyntur sum hann, sigur hann sum so mangur: “Nýggjar tíðir, nýggir siðir, men Føroyingar mugu ikki missa seg sjálvar burtur”.
Hóast henda føðingardagsheilsan kemur heldur seint fram, vil eg frambera ynski um eina ljósa og eydnuríka framtíð.
Tórshavn, hin 27. November 1945
J. Waagstein
Løg hjá Óla Jákup Hansen í Føroya Fólks sangbók:
Farið um jól og trettanda er
Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð
Legg tínar sorgir á Harran tín Gud
Prúða land mítt, tær sum havið kvøðu ber
Tey fara framvið á sumri í sól.
Kona og børn
Óli Jákup giftist við Johonnu Helene Andreu Gaard f. 1899 í Fámjin.
Tey fingu børnini Odu, Maju, Poul, Pauli og Sigurd.
Tónleikaevnini eru farin í arv. Hetta sæst ikki minst í Havnar Hornorkestur, sum Óli Jákup var í frá byrjan í 1903, har eftirkomarar hansara í fleiri ættarliðum eiga sín stóra leiklut.
-------
Komandi partur
Í komandi parti verður sum fyrr boðað frá greitt frá Henry Young og øðrum fiskimonnum úr Grimsby og Hull, sum fingu sína grøv á Svínaryggi.