Martin Joensen, tónleikari og listamaður hevði eitt friðarligt gamlaárskvøld við røstum kjøti og súpan saman við sínum allar nærmastu, og so vóru tey úti og heilsaðu nýggja árinum vælkomnum um midnáttarleitið.
- Størsta upplivingin í 2015 var ivaleyst, at vit gjørdust omma og abbi fyri aðru ferð, hesa ferð til eina lítla, fitta diddu. Og næststørsta var helst at síggja sólarmyrkingina í nøkur sekund gjøgnum eitt evarska lítið hol í annars yvirskýggjaða loftinum - júst í røttu løtuni, tá myrkingin var total. Tað var at kalla ein nærum fullkomin andalig uppliving.
Martin Joensen vísir á, at sjálvgjørdar, keðiligar upplivingar vóru eisini í árinum, sum hann enn arbeiðir við djúpt inni í sær sjálvum og roynir at venda til nakað konstruktivt.
- Skal eg nevna onnur negativ minni frá farna ári, má tað verða hetta, at tann sunna og mennandi kjakmentanin tykist hava sera vánalig kor, serliga innan okkara háttvirda løgting. Kenslan av illvilja, kulda og kynismu millum andstøðu og samgongu kendist sera óunnilig tær ferðirnar, eg dittaði mær at fylgja við, eitt nú í tingvarpinum.
Tað sigur Martin Joensen, sum ynskir øllum eitt vælsignað 2016.