BARNARÆTTINDI
----
Amnesty fegnast um, at føroysku myndugleikarnir hava tikið stig til at fylgja pørtum av tilmælunum frá ST. Tað hevur m.a. verið umrøtt at seta barnaumboð á stovn og fráboðanarskyldan er herd, men higartil hava vit ikki sæð nakra ítøkiliga ábending um, at politiski myndugleikin fer at útvega okkum hagtøl um t.d. kynsligan ágang, og stig eru heldur ikki tikin til at liva upp til áheitanina frá ST um, at øll børn í Føroyum skulu kenna síni rættindi, sum eru ásett í Barnarættindasáttmálanum.
Amnesty metir, at tað er orsøk at óttast, at føroysk børn ikki í nóg stóran mun kenna síni rættindi. Í apríl í ár ein starvsnæmingur hjá okkum eina lítla spurnarkanning, har 93 næmingar í 9. flokki vórðu spurdir um mannarættindi. Hóast hetta bert var ein lítil vegleiðandi kanning, vórðu vit bilsin av at staðfesta, at tað bert vóru 47 prosent av næmingunum sum vistu, at børn hava síni egnu rættindi. Sostatt visti meira enn helminingurin ikki, at børn hava serlig rættindi staðfest í barnarættindasáttmálanum. Av teimum 93 spurdu næmingunum høvdu 41 av teimum verið til undirvísing hjá Amnesty fyri einum-tveimum árum síðan. Millum teirra var talið á teimum, sum vistu, at børn hava síni egnu rættindi, munandi størri. Tað var 71 prosent.
Í samband við altjóða barnarættindadagin 20. november hevur Amnesty heitt á Bjørn Kalsø mentamálaráðharra um tryggja, at barnarættindasáttmálin í framtíðini gerst partur av lesiætlanum. Amnesty hevur somuleiðis spurt, Bjørn Kalsø mentamálaráðharra, um ítøkilig stig eru ella verða tikin at liva upp til áheitanina frá ST, um at vit í Føroyum skulu vera betur til at upplýsa børnum um barnarættindasáttmálan.
Hetta vísti ST á í áheitanini til Føroyar í 2011:
»At barnarættindasáttmálin eigur at vera partur av undirvísingarætlanini í øllum skúlum” , “At øll, sum arbeiða við børnum, eiga javnan at fáa skeið og venjingar í barnarættindum”
Amnesty saknar eina yvirskipaða politiska viðgerð av tilmælunum frá ST. Tað er týdningarmikið, at politisk støða verður tikin til tilmælini, og at ein ætlan verður gjørd fyri, hvør hevur ábyrgd av ymisku tilmælunum, og nær ætlanin er at seta tilmælini í verk. Hetta verður eisini staðiliga heitt á Føroysku myndugleikarnar í viðmerkingunum frá ST í 2011.
Í sambandi við barnarættindadagin og móttøku okkara í nýggju hølum hava vit endurprentað plakatina við Barnarættindasáttmálanum, soleiðis at øll áhugað, kunnu fáa eitt eintak.
Á næstu síðu sæst eitt yvirlit yvir nakrar av áheitanunum, sum Føroyar hava fingið frá ST í samband við barnarættindasáttmálan.
Yvirlit yvir nakrar av áheitanunum, sum Føroyar hava fingið frá ST í samband við barna-rættindasáttmálan.
Næsta frágreiðing um barnarættindi skal altast ST í januar í 2016,og Føroya Deild fer í góðari tíð at eggja viðkomandi pørtum at luttaka.
Í 2011 fingu vit viðmerkingar frá Barnarættindanevndini í ST, og Føroyar fingu átalu fyri m. a. tey átta punktini, sum eru nevnd her:
Føroyar dumpaðu m. a. á hesum økjum:
1. Heildarætaln fyri íverksetan av barnarættindum í føroyskari lóggávu
2. Fráboðanarskylda í verki
3. Serlig tiltøk í sambandi við harðskap
4. Barnaumboð
5. Fylgisáttmáli um sølu av børnum, barnaprostitutión og barnaporno
6. Hagtøl um barnafátækradømi og um kynsliga misnýtslu av børnum
7. Frálæra í Barnarættindasáttmálanum
8. Fígging til útbúgving og góða sálarliga heilsu
Amnesty International Føroya Deild
Barnarættindadagin 20. november 2013