John Johannessen
Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, harmaðist í útvarpinum fríggjadagin um, at umsóknin frá Smyril Line um landskassaveðhald ikki kom fyri tingið, áðrenn støða varð tikin um at vísa umsóknini burtur.
Men hóast landsstýrið hevur víst umsóknini um veðhald til eitt lán á 30 milliónir krónur frá sær, hava politisku flokkarnir kortini havt møguleikan at leggja uppskot fyri tingið, um at bjarga Norrönu á einhvønn hátt.
Hendan møguleikan hava tinglimir úr samgonguni ikki nýtt, tí teir stuðla landsstýrinum í síni avgerð. Men anstøðutinglimirnir hava heldur ikki vilja lagt uppskot fyri tingið um nakra bjargingarætlan. Teir hava tikið avgerðina hjá landsstýrinum til eftirtektar og halda seg vera ov lítið kunnaðir um ætlanir og framrokningar hjá Smyril Line til at hava nakra beinleiðis meining um, hvussu trupulleikin hjá felagnum skal loysast.
? Smyril Line hevur ikki kunnað um verkætlanina við nýggju Norrönu, heldur ikki víst á framrokningar og annað líknandi. Tí haldi eg ikki, at tað ber til at krevja, at politiski myndugleikin brádliga skal traðka til og loysa trupulleikarnar, felagið er komið í, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, er samdur í, at politisku flokkarnir ikki eru nóg væl kunnaðir um støðuna hjá Smyril Line. Somuleiðis vísir hann á, at Sambandsflokkurin heldur ikki ætlar sær at leggja uppskot fyri tingið um nakra bjargingarætlan.
Stjórin í Smyril Line, Óli Hammer, skuldi á middegi í gjár prógva fyri týsku skipasmiðjuni, sum byggir nýggju Norrönu, at felagið er nóg sterkt til at kunna rinda skipið. Fyri at kunna hetta, skuldi Óli Hammer hava fingið til vega heilar 75 milliónir krónur til at hækka partapeningin í Smyril Line.
Tá Sosialurin fór til prentingar beint eftir døgurða í gjár, var enn eingin peningur fingin til vega.