Á altjóða katólska ungdómsdegnum í Týsklandi í síðstu viku fóru ein belgisk nunna og ein trúboðari upp á gólv, men tað fekk avleiðingar.
Sambært einum belgiskum blaði var nunnan í so lívlig á dansigólvinum. Eitt nú lat hon trúboðaran halda sær, meðan hon legði beinini um miðjuna á honum. Tað hóvaði ikki øllum, sum sóu, og nú hevur nunnan fingið eina átalu, skrivar blaðið.
Tann 29 ára gamla Johanne Vertommen sigur við blaðið, at vanliga plagar hon ikki at gera slíkt, men at hon gloymdi bæði tíð og stað hendan dagin.