Ov stórir flokkar í onkrum lærugreinum

Andrea á Rípuni óttast, at ov nógv verður kroyst inn í skúlaætlanina, uttan at neyðug játtan fylgir við.

- Skúlamyndugleikarnir mugu læra seg at finna útav, at um so er, at okkurt nýtt er altavgerandi at fáa inn í skúlan, so eru tvinnir kostir. Antin má lærugreinin fáa ta raðfesting/játtan, ið hon hevur uppiborið ella má okkurt, ið longu er í fólkaskúlanum víkja, sigur hon við Skúlablaðið.

 

Andrea á Rípuni sigur í samrøðuni, at hennara upplivingar eru, at ofta er einasta loysnin upp á nýggju krøvini til lærugreinar, at koyra fleiri næmingar inn á hvørt holdi.

- Sjálv havi eg undirvíst í heimkunnleika, har bólkarnir hava verið noyddir at verið sera stórir, tí tímar vóru ikki til at gera fleiri flokkar/hold. Hetta merkir, at næmingarnir ikki í nógv stóran mun sleppa at royna seg, tí so nógv eru at loysa uppgávuna, sigur hon. Hon veit eisini, at sama støða ger seg galdandi í undirvísingini í Náttúru og Tøkni.

Har var støðan tó enn verri at byrja við, tí lærugreinin kom inn um skúlagátt áðrenn lærarar vóru útbúnir í henni ella lærubók var skrivað.

 

- Tað er ikki rætt, at alt skal inn við somu ella lítið øktari játtan, fyri síðan at biðja lærararnar renna skjótari ella noyða leiðslurnar at vera kreativar við játtanini. Er tað leisturin, so fáa vit skótt ein fólkaskúla, ið syndrast, tí kreftirnar, ið skulu bera skúlan fram, antin leita nýggjar leiðir ella eru sjúkrameldaðar vegna strongd, sigur Andrea á Rípuni.