Alt bendir á, a tað verða Róaldur Jakobsen og heldur óvæntað Odmar Færø, sum avloysa Fróða Benjaminsen og Hall Hansson á miðjuni. Á høgra bakki verður tað sum skilts Jóhan Troest Davidsen, sum avloysir Jónas Tór Næs.
Sostatt verða tað vinmenninir báðir úr B36, Róaldur Jakobsen og Odmar Færø, sum skulu mannað miðvøllin. Tey flestu mundu hava Róald í tonkunum, meðan Odmar Færø meiri er kendur sum miðverji. Hann hevur fyrr spælt á verjukenda miðvøllinum í millum annað Forfar Atletic og B36.
Jóhan Troest Davidsen hevur verið upplagdi avloysarin á høgra bakki.
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Odmar Færø, Róaldur Jakobsen - Christian L. Holst, Brandur H. Olsen, Sølvi Vatnhamar – Jóan Símun Edmundsson.
Dysturin ímillum Rumenia og Føroyar verður á Ilie Oana Stadion í Ploiesti sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.