Óvanliga grøn vika

Í løtuni koyra elbilar, hitapumpur, vaskimaskinur nærum bara við grønari elorku. Tað boðar SEV frá.

Vindurin og váta veðrið seinastu vikuna hava havt við sær serliga góðar umstøður fyri burðardygga elorkuframleiðslu.

 

Í Suðuroy hevur elframleiðslan verið 100% burðardygg seinastu 7 dagarnar, og fyri alt landið er talið 92% burðardygg elorkuframleiðsla hesar dagarnar.

 

- Vindur og veður gera sjálvandi sítt, men at tað ber til at koyra við so nógvum vindi inni á netinum, er eisini takkað verið battarískipanunum ávikavist í Suðuroy og á Sundi, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá Sev.

 

Battarískipanin í Suðuroy hevur koyrt síðani 2022 og battarískipanin í meginøkinum varð sett í rakstur í desember í fjør.

 

- Avbjóðingin hevur verið at fáa óstøðuga vindin til høldar í meginøkinum, og enn eru vit ikki komin heilt á mál við tí, men við verandi battarískipan ber til at fáa væl meiri vind til høldar, og tað njóta vit gott av í hesum døgum”, sigur Heri Mortensen.

 

Ætlandi verða tvær nýggjar battarískipanir settar upp afturat í meginøkinum komandi árini. Onnur í Skálabotni og hin í Sandoynni.