Havstovan skrivar á heimasíðu síni, talið av smáfiski smáfiski (undir 40 cm) vanliga liggur um 1-2 % av teimum merktu toskunum eystanfyri, men at hetta talið í ár var heilt uppi á 10%.
- Ein skuldi trúð, at hetta boðaði frá góðari tilgongd av smáfiski til fiskiskapin komandi árini, men soleiðis nýtist tað ikki at verða, tí einki samsvar er millum smáfisk á merkingartúrinum og tilgongd til toskastovnin.
- Hinvegin er nógv av smáfiski at fáa á merkingartúrinum, tá toskastovnurin er lítil, og øvugt. Hetta bendir á, at smáfiskurin torir ikki at koma út frá landi, tá nógvur toskur er til, skrivar Havstovan á heimasíðuni, hav.fo.