Í 9 altjóða skrásettum landsdystum á ovara vølli í Gundadali, hevur bert verið talan um tap í trimum dystum Ovari vøllur í Gundadali hevur roynst væl í altjóða skrásettum dystum.
Seinast í 1980-unum, og fyrst í 1990-unum spældi A-landsliðið tríggjar altjóða skrásettar dystir á ovara vølli.
Síðani 2009 hevur U-21 landsliðið spælt seks undankappingardystir á ovara vølli, og talan er um - í føroyskum mátistokki - framúr góð hagtøl.
Teir 9 altjóða skásettu A- og U21 landsdystirnir á ovara vølli í Gundadali eru endaðir soleiðis:
Føroyar-Kanada 1-0 (A)
Føroyar-Ísland 2-3 (A)
Føroyar-Turkaland 1-1 (A)
Føroyar-Rumenia 0-4 (U21)
Føroyar-Russland 1-0 (U21)
Føroyar-Moldova 1-1 (U21)
Føroyar-Lettland 1-3 (U21)
Føroyar-Andorra 3-1 (U21)
Føroyar-Norðurírland 0-0 (U21)
Talan er sostatt um tríggjar sigrar, tríggjar javnleikir og trý tap í 9 dystum. Málúrtøkan er 10-13 í hesum 9 landsdystunum.
Næsta ár hevur U21 landsliðið heimadystir ímóti Makedonia, Serbia og Danmark.