Ovastevna verður sett klokkan 14

Eftir setanina fer Nicolaj Falck at framføra útileik um Ova, sum róði úr Nólsoy til Keypmannahavnar.

Ovastevna verður sett Undir Mikkjalsveggi í Nólsoy klokkan 14 í dag, og tað verður fuglafjarðarprestur, Anne Mette Greve Klemensen, sum fer at seta stevnuna.

 

Við løtuna fer Havnar Hornorkestur eisini at spæla.

 

Anne Mette Greve Klemensen hevur mann úr Nólsoy. Tað er Leif Hansen, og soleiðis er fuglafjarðarprestur eisini eitt kent andlit í bygdini, sum í dag er vertur fyri ovastevnu.

 

Klokkan 14.30 verður barnatiltak úti á Malarenda, og tá fer Nicolaj Falck eisini at framføra útileikin um Ova Joensen, sála, sum á sumri í 1986 róði langa teinin úr Nólsoy til Keypmannahavnar.

 

Væntandi er, at regattabátarnir koma úr Hósvík umleið klokkan 15, og tá verður livandi tónleikur á bryggjuni í Nólsoy, eins og fleiri støð í bygdini lata upp klokkan 15.