Ove Joensen hevði verið pensjónistur í dag

Ove Joensen varð føddur 3. desember í 1948.

Sjógarpurin Ove Joensen úr Nólsoy gjørdist kendur og hetja, tá tað í 1986 eydnaðist honum at rógva úr Føroyum til Keypmannahavnar í róðrarbáti sínum Dianu Victoriu.

 

Hann skrivaði søgu.

 

Men longu 26. november í 1987 andaðist Ove. Orsøkin var vanlukka á báti á Skálafjørðinum.

 

Í dag  kenna øll Ovastevnu, sum kom av, at Ove lovaði børnunum í Nólsoy svimjihyl, og varð við stevnuni roynt at fáa henda dreym hansara til veruleika.

 

Hevði Ove Joensen enn verið okkara millum, so hevði hann fylt 67 í dag, og sosttat nátt pensjónsaldur.