Í døgunum 5. til 12. mai vitjar tann rættiliga sjónveiki Ovin aftur í Føroyum. Hesar dagarnar fer hann at hava framførslur á ymiskum støðum, har hann eisini greiðir frá lívi sínum.
Stórar framførðslur verða, og tær verða lagdar soleiðis tilrættis, eins og tá vit hava „Syngi við kvøld“, har fleiri luttaka, Ovin kemur eisini, at syngja nakrar av sínum sangum, gomlum og nýggjum. Kvøldini verða merkt av nógvum tónleiki og sangi, har nógvir tónleikarar og sangarar luttaka saman við Ovin, sum hevur givið fleiri fløgur út í Danmark. Eitt yvirlit yvir hetta kann síggjast á hansara heimasíðu. www.ovin-k-olsen.dk
Kunning um hvar og nær framførðslurnar verða kemur, at standa undir innanoyggja í Sosialinum, eisini verður kunnað um hetta á nøkrum portalum. Møguleiki verður at ogna sær fløgurnar. Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta. Ókeypis atgongd.
Sangferðin byrjar týsdagin 6. mai, við at vitja Heimið á Grønanesi har sungi verður kl. 15.00 seinri sama dag gongur leiðin til Sandavágs, har sungi verður í Meinigheitshúsinum Saron kl. 19 saman við fleiri.